Time-out til Fast-track. Hetta var høvuðsboðskapurin um útlendingaøkið, í røðuni hjá Eyðgunn Samuelsen undir viðgerðini av ólavsøkurøðu løgmans í tinginum í dag.
Í røðu síni vísti tingkvinnan á, at síðstu árini hava nógvir útlendingar leitað sær til landið at arbeiða gjøgnum sonevndu Fast-track skipanina. Hetta er óivað gott fyri vinnuna, sum hevur tørv á arbeiðsmegi. Men samstundis eru greiðar ábendingar um, at avbjóðingar eru við integratiónini av nýggju íbúgvunum. Vit eru snøgt sagt ov illa fyrireikað, bæði viðvíkjandi rættindum, skyldum og krøvum til tey, sum koma til landið.
Tí mæli eg til, at vit steðga á – gera eitt time-out – so vit fáa stundir at brynja okkum betur til at taka væl ímóti nýggju medborgarunum, segði Eyðgunn Samuelsen úr Javnaðarflokkinum.
Í røðuni visti hon á, at vit føroyingar bera orð fyri at taka væl ímóti fólki, ið koma til okkara land, antin tey eru ferðandi, flóttafólk ella arbeiðsmegi. Tað skulu vit framhaldandi gera.
- Løgmansrøðan staðfestir, at vit ikki longur eru eitt einsháttað land . Í Føroyum búgva fólk úr 134 ymsum londum, og tey, sum ikki eru úr Norðanlondum eru nú 2000. Eisini vísti hon á, at hesi trý árini við Fast-track skipanini, er talið av fólki uttan fyri Norðanlond vaksið nógv, og heldur hendan gongdin ótarnað fram komandi 10 árini, so verða tey kanska 16.000 fólk úr londum uttan fyri norðurlond, sum øll hava rætt til virðiliga, skipaða integratión.
- Tað er eyðsæð, at vit í verandi løtu ikki megna at lofta so nógvar útlendingar. Vit síggja syndarligu avleiðingarnar av miseydnaðum integratiónspolitikki í okkara grannalondum, og tað eiga vit at læra av, segði hon.
- Tí er spurningurin, um tað ikki hevði verið skilagott at steðga á við Fast-track skipanini, og so at hugsavna okkum um at geva teimum, sum longu eru komin til landið, virðilig og væl ment tilboð. Okkara aðalmál má verða, at fáa fólk væl inn í okkara samfelag bæði málsliga og mentanarliga.
- Tað snýr seg um virðing, bæði fyri okkum sjálvum og teimum, sum vit bjóða inn. Okkara samfelagsskipan gevur okkum nógv rættindi, og samstundis hava vit eisini nakrar skyldur. Vit skulu taka okkum líka væl av øllum borgarum landsins, og fyri at megna tað, mugu vit hava tamarhald á støðuni. Og tað gera vit best við at leggja alla orku í at fáa tey ið koma her væl integreraði, so tey á jøvnum føti við okkum onnur, kunnu njóta gott av okkara vælferð og geva sítt íkast til samfelagið.