Allir stovnar og felagsskapir, sum eru um børn og ung, skulu krevja reina revsiváttan frá starvsfólkum og sjálvbodnum. Tað heldur Djóni Nolsøe Joensen, sum hevur latið eitt uppskot inn um at seta í verk skipan við barnaváttanum.
Altjóða kanningar vísa, at millum 10 og 25 prosent eru fyri kynsligum ágangi sum børn, og vit vita, at hetta eisini er ein umfatandi trupulleiki her á landi. Djóni Nolsøe Joensen hevur nú lagt eitt uppskot til samtyktar fyri Løgtingið um at seta eina skipan við barnaváttanum í verk.
- Eg vil við hesum uppskotinum staðiliga vísa á, at vit sum samfelag eiga at gera alt, sum vit eru ment, til tess at basa kynsligum ágangi. Eg mæli tí til, at tað sum skjótast verður lógarkravt at krevja inn barnaváttan frá øllum, sum arbeiða við børnum undir 15 ár, sigur Djóni Nolsøe Joensen, tinglimur fyri Javnaðarflokkin.
Ein barnaváttan er ein víðkað revsiváttan, har upplýst verður, um viðkomandi persónur er dømdur fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á børn. Sum støðan er í dag áliggur tað ikki arbeiðsgevara, privat, kommunalt ella hjá landinum, at krevja barnaváttanir frá arbeiðstakara á t.d. námsfrøðiliga økinum. Í 2012 var uppskot til samtyktar, um at heimila fólki at biðja um barnaváttan, samtykt í Løgtinginum. Henda heimildin verður brúkt av summum í dag, men tað er framvegis einki krav at biðja um barnaváttan.
- Í Danmark, sum vit ofta samanbera okkum við, hevur hetta verið krav síðan ár 2005. Sostatt kunnu vit staðfesta, at føroysk børn eru ikki eins væl vard á hesum økinum, sum børnini í grannalondum okkara, vísir Djóni Nolsøe Joensen á.
Tá málið varð viðgjørt á tingi seinast, vóru fleiri hoyringspartar á fundi í rættarnevndini m.a. løgreglan, Barnaverndarstovan, Kris og Kriminalforsorgin. Flestu hoyringspartar vístu á, at tað er skilagott at seta í verk eina skipan við barnaváttanum, tó at onkur metti, at talan var um falska rættartrygd. Nevndin ásannaði í álitinum, at tað er greitt, at ein slík barnaváttan ikki kemur at forða fyri, at allur kynsligur ágangur heldur uppat, og at ein barnaváttan bert fer at vísa upplýsingar um kynsliga misnýtslu, sum viðkomandi er dømdur fyri. Tó var nevndin av tí áskoðan, at tað er skilagott at seta í verk eitthvørt átak, ið kann hjálpa til at fyribyrgja kynsligum ágangi og harvið steðga møguligum tilburðum.
- Seta vit í verk barnaváttanir verður bundið um heilan fingur, so at ongin ivi er frá starvsbyrjan, um viðkomandi hevur verið dømdur. Til tess at verja børnini í almenna rúminum heiti eg tí á landsstýrið um at leggja fyri løgtingið lógaruppskot um at seta í verk lógarkrav um at krevja inn barnaváttan frá øllum, sum starvast, lønt ella sjálvboðið, við børnum undir 15 ár, sigur Djóni Nolsøe Joensen.