Heðin Mortensen
Lesarabræv06. oktober 2020
Heðin Mortensen

Miðbýur á Argjum

So hvørt sum framstig henda og nýggir hentleikar taka seg fram, ræður eisini um, at Tórshavnar kommuna nýtir vit og skil, tá ið tað kemur til at fáa tað besta burtur úr bygningum, ið ikki longur verða brúktir til tað, teir vórðu bygdir til.

Kommunuval 2020
Á Argjum stendur ein stórur og góður skúli, ið kann geva argjafólki eitt hav av møguleikum, um hann bara verður gagnnýttur væl, nú seinastu skúlabørnini skjótt flyta út. Umframt stovur í hópatali, hevur skúlin svimjihyl, fimleikahøll og stóra skúlahøll, og eisini er gott øki rundan um skúlan.
Hugskotini vilja óivað vera mong, tá ið ein slíkur møguleiki stendur kommununi í boði, men eg vildi hildið, at skúlin og skúlagarðurin eru ein gyltur møguleiki at skapa ein miðbý og eitt savningarstað á Argjum.
Her hugsi eg ikki minst um tey, sum fara um 60 ára aldur og síggja fram til eitt otium við trivnaði av ymsum slagi. Bæði tá ið tað kemur til røkt og ymsa tænastu, ber væl til at savna nógv av tí í skúlanum, sum tí kann gerast ein miðstøð, har alskyns ørindi kunnu avgreiðast, samstundis sum trivnaðurin er í hásæti og fólk møtast.
Fáa nakað aftur
Argir eru jú ein býur í Tórshavnar kommunu og argjafólk hava sín egna samleika, ið vit eiga at stimbra, heldur enn at køva. Kunnu tilkomin og eldri argjafólk í skúlanum finna eitt stað, har tey kunnu savnast og hittast, kunnu vit eisini har vísa í verki, at býráðið eigur at vera nær borgaranum.
Argjafólk kenna skúlan og umhvørvið kring hann, so tað vildi verið heilt natúrligt, at skúlin kundi hýst bæði umlætting og dagtilhaldi við virksemi, sum vit kenna tað frá Tilhaldinum í Tórsgøtu. Tey á Argjum hava sjálv lagt rygg til at byggja skúlan, so tey hava brúkt hann og kenna hann, so nú man tíðin vera komin, at tey fáa nakað aftur.
Eisini eiga vit at skapa betri bústaðarmøguleikar á Argjum, eitt nú við eldrasambýli og eldraíbúðum. Eitt mál hjá komandi býráðnum skal vera at gera eina útstykking á Argjum til endamálið, og har eru møguleikar bæði niðri á Argjum og uppi á Hamaranum.
Tað, sum ræður um, er at geva argjafólki góðar møguleikar at flyta í smærri bústaðir, tá ið stóru familjuhúsini eru blivin ov stór og tung at halda. Møguleikarnir eru har, so nú er bara upp til okkum at lofta teimum og brúka teir.
 
Nýggjur býlingur
Sum nevnt, eru Argir ein býur í Tórshavnar kommunu, og tað eigur eisini at síggjast aftur. Argir hava nógv at bjóða, og vil eg virka fyri, at vit næstu fýra árini skapa møguleikar og trivnað, ið argjafólk fáa gleði av.
Seinnu árini hevur stórur dentur verið lagdur á at skapa umstøður í nýggjasta og ovasta partinum av Argjum, har vit hava skúla, barnagarð, ítróttarhøll og hópin av nýggjum útstykkingum, ið aftur merkir nógvar barnafamiljur.
Tað setir eisini síni serligu krøv, so vit eiga at hava eitt vakið eyga við, at ferðsluviðurskiftini eru trygg og ikki minst, at Bussleiðin er nøktandi, tí við so nógvum nýggjum argjafólkum er umráðandi, at møguleikarnir at ferðast til og frá eru góðir – og ikki minst, at teir passa til tørvin.
Megna vit at binda Argir saman frá ovast til niðast, so øll kunnu kenna seg sum partur av eini og somu heild, er nógv vunnið.
 
Heðin Mortensen
Javnaðarflokkurin