Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur sett landsstýrismanninum við samferðslumálum ein fyrispurning viðvíkjandi flutningi av fólki og farmi til Mykinesar. Hann heldur tað vera umráðandi, at vit sum samfelag minnast til smáplássini.
Útoyggjasiglingin er lívsæðrin hjá útoyggjafólki, og sigling saman við tyrluflúgving er einasti vegurin til samband við meginøkið. Eisini eru vælferðartænastur sum lækni, sjúkrahús, barna- og eldratilboð langt frá bústaði. Tí heldur Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, at tað er umráðandi, at vit minnast smáplássini. Hann hevur tí sett ein fyrispurning, har hann m.a. vísir á, at tað er stórur munur á prísunum fyri at ferðast millum oyggjarnar. Meðan tað kostar 40 krónur til styttru leiðirnar og 80 krónur til Suðuroyar, so kostar tað 100 krónur fyri eitt vaksið fólk at fara við Oyggjaleiðum til Mykinesar.
- Undirritaði er kunnaður um, at príshækkanin serliga er framd hetta seinasta árið, og at ynski er um at hava sigling frá páskafrítíðini til og við heystfrítíðina. Í dag er bara javnt samband frá mai til septembur. Eisini verður sagt, at eingin skipaður farmatúrur er um summarið, og at burturkast liggur í mánaðir. Sum heild tykist tað at vera tørvur á batum í sambandi við farma- og ferðafólkaflutning til Mykinesar, sigur Jóhannis Joensen í viðmerkingunum til fyrispurningin.
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við samferðslumálum, skal svarar fyrispurninginum innan 10 yrkadagar.