Grein17. juni 2022

Minningarorð um Dan Reinert Petersen

Nú henda dagin bórust deyðsboðini av Dan Reinert Petersen, fyrrverandi løgtingsmanni úr Fuglafirði, sum 75 ára gamalur hevði lagt árarnar inn. Lívstráðurin rakk ikki longur, eftir at hann nú í nøkur ár hevði verið plágaður av herviligari sjúku.

Dan Reinert Petersen var føddur í 1946 í Saltnesi, sonur David Sofus Petersen úr Saltnesi og Ninnu Rigmor Reinert úr Kaldbak. Hann var næstyngstur av ellivu systkjum. Dan var giftur Marjuni Joensen úr Fuglafirði, og saman fingu tey trý børn. Fuglafjørður gjørdist tí hansara nýggja heimbygd, har hann nú í mong ár hevur búleikast við familjuni í snotiliga heiminum við burturúr snøgga urtagarðinum.

Dan tók læraraprógv frá Haslev Seminarium í 1972, og hevur hann verið lærari í Klaksvík frá 1972 til 73, á Tvøroyri frá 1973 til 75 og síðan í Rúnavík, til hann fór frá vegna aldur í 2012. Men Dan hevði eisini serliga góðan hug til sjólívið, og var hann eisini til skips á ungum árum og hevur enntá verið til fiskiskap, eftir at hann gavst sum lærari. Tí fylti eisini umstøðurnar hjá vanliga fiskimanninum nógv í hansara fatan av, hvussu samfelagið skuldi skipast.

Dan hevði sera stóran áhuga fyri samfelagsins viðurskiftum og gjørdist aktivur javnaðarmaður á heilt ungum árum. Hann lat við seg koma, har hann var og legði sínar meiningar fram við treysti. “Sum ein av ellivu systkjum í einum heimi, har ein fiskimannainntøka var álitið, hvat skal eg verða annað enn javnaðarmaður?” soleiðis tók Dan so ramliga til á einum veljarafundi úti á Frælsinum fyri mongum árum síðani. Hetta var boðskapur sum munaði, og øll sótu sum undir lestri. Hann hevði altíð ein greiðan boðskap, og orðini kundi ein ikki fara skeivur av. Ein visti, hvar hesin maðurin stóð.

Sum virkin innanfloks í Javnaðarflokkinum var hann eisini valevni til fleiri val. Hann sat av og á sum varamaður á tingi, men í 1998 varð hann so valdur sum umboð floksins í Eysturoynni. Hetta var tíðin, tá fullveldissamgongan setti dagsskránna, og Javnaðarflokkurin var í andstøðu. Dan var sera virkin og livandi í sínum politiska arbeiði. Hann var óførur í kjakinum og kundi mangan av mótstøðufólkum tykjast náðileysur. Hann ballaði einki inn og kom við sínum greiðu og eintýðugu meiningum.  

Umframt nevndarsessir í tinginum, so valdu Javnaðarflokkurin og restin av andstøðuni hann sum umboð í Norðurlandaráðið, har hann treivst sera væl. 

Dan var fróðamaður. Hann visti avbera nógv og hevði lisið nógv. Umframt hetta, so hevði hann eisini  framúr gott minni, so tá kjakið gekk lívliga, so kundi hann lættliga við sínari vitan geva kjakinum eitt ríkari innihald.

Javnaðarflokkurin stóð hansara hjarta nær. Umframt at hann av og á kom við góðum ráðum um ymisk mál til bæði formann og onnur, so gav hann eisini flokkinum eitt lítið bókasavn við bókum um javnaðarrørsluna í Norðurlondum umframt ævisøgur um ymisk framstandandi javnaðarfólk. Hetta savn hevur flokkurin nú í flokshølunum í Havn.

Nú hann varð borin út úr Fuglafjarðar kirkju, varð vakri sálmurin “Nú anga grøs og blomstur milt” sungin. Hetta var ein sálmur, sum so sera væl hóskaði til Dan. Hann hevði sum fáur grønar fingrar, og urtagarðurin hjá Marjun og honum var eitt satt prýði fyri bygdina.

Vit í Javnaðarflokkinum drýpa høvur, nú Dan er farin, og vit lýsa frið yvir minnið um Dan Reinert Petersen í takksemi.

Javnaðarflokkurin