Uni Holm Johannesen
Lesarabræv25. november 2022
Uni Holm Johannesen

Millum bíliga mjólk og haldføra mjólk

Løgtingsval 2022

Eitt av mest afturvendandi vallyftunum hesaferð er at tryggja okkum øllum bíligari mjólk. Tað er sjálvandi bráðneyðugt, nú prísvøksturin á gerandisvørum veksur.

 

Men vit mugu – í yvirførdum týdningi – ikki gloyma haldføru mjólkina. Tann haldføra búskapin. Langtíðarætlanirnar.

 

Eg veit væl, at tað ikki selur serliga nógv poppkorn, men tað ereisini ein bráðneyðug politisk uppgáva at framtíðartryggja vælferðarsamfelagið nógv ár fram í tíðina. Við verandi kós verða tað vit í yngra ættarliðnum og okkara børn, sum fara at merkja sviðan, um vit ikki taka hesar avbjóðingarnar í nógv størri álvara.

 

Ávaringarlampurnar hava lýst alt ov leingi.

 

Ein tann størsta einstaka avbjóðingin í føroyska samfelagsbúskapinum eru tær stóru broytingarnar í fólkasamansetingini í Føroyum. Broytingarnar, sum hava grundleggjandi avbjóðingar við sær, nú vit verða fleiri eldri, meðan tað verða lutfalsliga færri á arbeiðsmarknaðinum.

 

Men hvørji eru ráðini at taka?

 

Her er tíverri eingin skjót og løtt loysn, men vit mugu tora at gera broytingar. Tora at seta varandi tiltøk í verk.

 

Tað er neyðugt at spara meira saman. Ikki minst í allarbestu tíðum. Eg haldi avgjørt, at vit eiga at hyggja nærri at møguleikanum at áseta eitt mark fyri, hvussu nógv almennu útreiðslurnar kunnu vaksa. Ein møguleiki er millum 2 og 3 prosent.

 

Tað kemur eisini alt ov ofta fyri, at eykajáttanir ikki verða fíggjaðar. Eitt aðalmál eigur at vera, at skulu pengar játtast á einum øki, skulu pengar finnast til meirtørvin. Tað gerst við at taka fleiri pengar inn ella at minka um útreiðslurnar aðrastaðni.

 

Eg haldi eisini, at vit eiga at hava í hyggju at gera íløgur við tí fyri eyga at spara. Sum dømi skulu almennir bygningar bjálvast og leggja um til grøna orku. Umleggingin verður mett at kosta 84 milliónir krónur, og vit eiga at seta 15 milliónir krónur av um árið til tað. Tá ið komið er á mál sparir landið okkurt um 20 milliónir krónur í rakstri um árið.

 

Møguleikar eru eisini í at talgilda samfelagið. Tól kunnu lætta um onkrar røktaruppgávur og leysgeva orku til aðrar umsorganaruppgávur, og við at stimbra undir menning av KT ber til at effektivisera alment umsitingararbeiði. 

 

Eg eri eisini samdur við teimum, sum hava skotið upp at seta eina vælferðarnevnd, sum skal koma við uppskotum um eina langtíðarætlan fyri føroyska vælferðarsamfelagið. Nevndin skal lýsa og greina og koma við uppskotum til, hvussu vælferðarskipanin kann setast saman í framtíðini, herundir pensjónsviðurskifti, so vit hava eina politiska kós at ganga.

 

Kósin skal setast nú. Hugsa um tað 8. desember.

 

Uni Holm Johannesen,

løgtingsvalevni fyri Javnaðarflokkin