Hóast tað er gott, at umlættingin ikki verður spard burtur, so bíða 129 borgarar framvegis eftir tænastu frá Almannaverkinum.
Eg eri so sera fegin um, at tað eydnaðist at fáa semju í fíggjarnevndini um at játta tríggjar milliónir aftrat til Almannaverkið. Umlættingin er lívsneyðug fyri familjur, ið hava børn við avbjóðingum.
Uttan hana hokna tey sum familja og fáa hvørki eitt vanligt familjulív ella luttikið á vanligan hátt á arbeiðsmarknaðinum.
Tað er meginreglan í okkara sosialpolitikki at øll - eisini foreldur við barni, sum ber brek - skulu hava rætt til at liva eitt virkið og innihaldsríkt lív saman við sínum børnum, og tað er hetta, sum umlættingartilboðini gera møguligt.
Tí má umlættingin IKKI skerjast.
Hinvegin er staðfest, at 129 borgarar framvegis bíða eftir tænastu frá Almannaverkinum so sum stuðulstænastu, umlætting og virknistænastu. Harav bíða 47 borgarar eftir at fáa samdøgursumlætting og 32 familjur bíða framvegis eftir frítíðartilboði til børnini.
Tað er greitt, at tær tríggjar milliónirnar, ið vórðu játtaðar eyka, ikki hjálpa einum einasta av hesum borgarunum, og tað er als ikki í lagi!
Í undanfarnu samgongu fingu 120 fleiri borgarar tænastur frá Trivnaðardeplinum, ið var ein vøkstur á 23%. Eitt nú komu 20 nýggj umlættingarpláss. Hóast langt er eftir á mál, so var hetta ein bati.
Tað er átaluvert, at samgongan ikki fær tað at bera til at finna pening til hesar alneyðugu tænasturnar, samstundis sum samgongan slær øll met í at brúka pengar.
Staðfestast kann sostatt, at tey við serligum tørvi ikki hava høga raðfesting hjá hesari samgongu.
Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna