Tingfólkini hjá Javnaðarflokkinum seta landsstýrisfólkum spurningar um alt frá stuttfluttum matvørum til gongd í haga og bústaðir á útoyggj.
Í gjár vórðu munnligir fyrispurningar á skrá í løgtinginum. Tá er høvi hjá tingfólkum at spyrja landsstýrisfólk um eitthvørt. Tey níggju tingfólkini hjá Javnaðarflokkinum settu viðkomandi og umráðandi spurningar. Eitt nú varð spurt, hvørt vit áttu at stimbra føroyskari matframleiðslu við at fáa meira stuttfluttan mat í almennu kantinurnar. Eisini varð spurt um gongd í haga og um møguleikan at fáa fleiri bústaðir á smápláss og útoyggj.
Her kanst tú síggja fleiri av viðkomandi málunum, sum tingfólkini hjá Javnaðarflokkinum settu á breddan í gjár.