“Vit síggja myndir fyri okkum tiknar í Føroyum í 1970’unum. Hagi, har tað nú eru býlingar. Fjøll, har tað nú eru tunlar. Firðir, har tað nú eru aliringar. Tá mann útbyggir samfelagið í hendan mun, so slítur tað sjálvsaft uppá tað, vit byggja okkara samfelag á – okkara umhvørvi. Okkara náttúru.".
Kristianna Winther Poulsen er framsøgufólk hjá Javnaðarflokkinum í umhvørvismálum. Tá løgtingið í dag fór undir at viðgera uppskotið um eina nýggja náttúruverndarlóg, sum Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, eigur, minti Kristianna okkum øll á, hví vit skulu hava eina tíðarhóskandi náttúruverndarlóg.
"Men okkara formligu amboð at taka okkum av okkara náttúru, sum hevur lagt rygg til hesar útbyggingar, eru í høvuðsheitum enn tann dag í dag tey somu, sum tey vóru fyri í 1970, tá galdandi lóg varð samtykt.
Tí skulu vit hava eina tíðarhóskandi lóg, sum verjir okkaru viðbreknu og sjáldsomu náttúru."