Mary Antonsdóttir vitjar landsfundin, sum verður leygardagin 21. mai á Miðnámsskúlanum í Suðuroy. Hon verður ein av gestarøðarunum.
Mary er forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya og er sera virkin í kjakinum um starvsfólkatrotið á vælferðarøkinum.
Á landsfundinum verður eisini politiskt orðaskifti og Aksel V. Johannesen heldur formansrøðu.
Landsfundurin byrjar leygarmorgunin 21. mai kl. 09:00 við morgunmati. Smyril siglir úr Havn fríggjakvøld kl. 18:30 og leygarmorgun kl. 07:00.
Les meira um landsfundin her: https://www.j.fo/tiltoek/landsfundur-og-veitsla-2022