Marita Petersen telist millum tær 30 kvinnurnar, sum formansskapurin í Fólkatinginum fer at heiðra við nýggjum málningi.
Marita var fyrsta kvinna í løgmanssessinum, fyrsta løgtingsforkvinnan og fyrsta forkvinnan í Javnaðarflokkinum. Hon var eisini íðin á námsfrøðiliga økinum, har hon starvaðist til hon andaðist av krabbameini 26. august í 2001.
Marita varð fødd í Vági í 1940. Hon fekk útbúgving sum lærari á Hellerup Seminarium í 1964, og hon arbeiddi sum lærari í Keypmannahavn og Esbjerg frá 1964 til 1967, tá hon flutti til Føroya at vera lærari í kommunuskúlanum í Havn.
Frá 1989 til 1994 var Marita leiðari fyri landsskúlafyrisitingina, og eisini var hon leiðari á sernámsfrøðiligu ráðgevingini frá 1994 til 1998.
Í árunum 1998 og til hon andaðist, var Marita stjóri á Sernámsdeplinum.
Flokkurin minnist Maritu sum ein politiskan slóðbrótara og fegnast um, at hon verður heiðrað á hendan hátt. Í ár eru 20 ár liðin, síðan Marita andaðist. Hon hevur lagt nógv gott eftir til okkum, ið eftir eru, og livir víðari í minninum.
Javnaðarflokkurin