Altjóða kvinnudagurin hevur nógv ár á baki, men framvegis er umráðandi, at vit brúka hendan dagin til at markera ymisk viðurskifti, sum hava týdning fyri at náa málinum um javnstøðu millum kynini.
Altjóða kvinnudagurin hevur nógv ár á baki, men framvegis er umráðandi, at vit brúka hendan dagin til at markera ymisk viðurskifti, sum hava týdning fyri at náa málinum um javnstøðu millum kynini.
Fyrr var hetta nakað, sum kvinnukampurin setti á skrá, men í dag er tað eitt av heimsmálunum hjá ST, - javnstøða millum kynini. Vit kunnu lætt koma at lena okkum afturá, og halda, at vit her um okkara leiðir hava nátt so nógv á hesum økinum. Vit hoyra enntá fólk siga, at vit eru komin at málinum.
Gamaní er nógv hent og vit hava fingið nakrar lóggávur á økinum, men framvegis er langt eftir á mál. Tað eru politikarar sum halda, at vit skulu bara gevur hesum tíð, - tað fer at koma av “sær sjálvum” við tíðini, tí vit nú eru “tilvitað” um tað. Sagt verður, at vit skulu ikki blanda okkum meira í hesi viðurskiftini. Tað fer at koma, tá “tíðin er búgvin”. Hetta er ein av klassisku misskiljingunum, tá tað snýr seg um javnstøðu. Tað er eisini ein dovin og bláoygd ímyndan. Vit kunnu ikki lena okkum afturá, og bíða eftir, at broytingarnar á økinum koma av sær sjálvum. Vit skulu alla tíðina arbeiða við at broyta mentanina á økinum.
Viðhvørt er neyðugt at brúka lóggeving til at fáa menningina at fara ynskta vegin. Tað skulu vit politikarar ikki vera bangin fyri. Vit kunnu stramma upp um lógirnar um javnbjóðis umboðan bæði innan tað almenna og privata, og fáa gjørt nakað við arbeiðsmarknaðarviðurskiftini, so betri møguleikar verða hjá kvinnum at arbeiða fulla tíð innan summi øki. Beina burtur lønarmismun og bøta pensiónsviðurskifti, tryggja rættin hjá kvinnuni at ráða yvir sær sjálvari, og tryggja javnbjóðis viðurskifti í barnsburðarskipanin. Eisini mugu vit fáa gjørt eina broyting í tí politisku skipanini, sum definerar kvinnur sum menn á løgtingi og í landsstýri. Málið skapar veruleikan, og tí eiga vit altíð at vanda okkum um okkara málburð, sum í máli okkara í stóran mun er kallkyns stýrdur og altíð ger okkum politikarar til “teir”.
Tað kann vera eitt gott stig á vegnum at skapa veruleikan, um almennu fjølmiðlarnir, vit politikarar og vit øll byrjaðu at vanda okkum betri um málið og góvu kvinnuni pláss, - við at tosa um fólk heldur enn menn.
Góðan kvinnudag!