Aksel V. Johannesen harmast um, at hann á tíðindafundi í Viðareiði ikki var nóg neyvur, men løgmaður hevur ikki sagt ósatt fyri løgtinginum.
1. juni segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, fyri løgtinginum, at russisk skip umskipa meir enn tað, sum tey hava rætt til at fiska sambært fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Russland. Hann greiddi frá, at landsstýrið vil avmarka russiska virksemið til tey áleið 100.000 tonsini, sum Russland hevur rætt til sambært fiskiveiðiavtaluni við Føroyar, soleiðis at tað ikki verða millum 300.000 og 400.000 tons umskipaði, sum standast av øðrum virksemi í Norðuratlantshavi. Harafturat segði hann, at virksemið kanska var vaksandi í løtuni.
Fakta er, at Russland hevur sløk 100.000 tons av uppisjóvarfiski at fiska í føroyskum sjógvi í ár. Fakta er eisini, at Russland hevur áleið 430.000 tons av uppisjóvarfiski og kongafiski at fiska øllum Norðuratlantshavi í ár. Tvey tey seinastu árini vórðu áleið 84% av samlaðu norðuratlantskvotuni hjá Russlandi umskipað í Føroyum. Tí er sannlíkt, at samlaða tonsatalið, sum hevði verið umskipað í Føroyum í ár, vildi verið millum 300.000 og 400.000 tons, um vit lótu standa til.
Tað, sum landsstýrið vil, er at avmarka umskipingina hjá russiskum skipum til tey sløku 100.000 tonsini, sum tey hava at fiska eftir fiskiveiðiavtaluni við Føroyar.
Fiskiskapur er árstíðarvirksemi, og tí siga tølini higartil í ár í roynd og veru rættiliga lítið.
- Tað svarar til, at man í juni kunnger, at tað gongst illa við flettingini, hóast øll vita, at fletting vanliga byrjar um heystið, sigur Aksel V. Johannesen. Hann heldur fram:
- Tað, at eg ikki var nóg neyvur á Viðareiði, harmist eg um. Orsøkin til, at eg ikki var nóg neyvur, var, at eg ikki hevði sæð tølini fyri 2022. Men hvørji tølini vóru í 2022 hevur einki við at gera, hvørji átøk landsstýrið ætlar sær at gera í 2023. Vit ynskja, at russiskt virksemi í Føroyum verður avmarkað til tann fiskiskap, sum er komin í lag gjøgnum fiskiveiðiavtaluna millum Føroyar og Russland – hvørki meir ella minni.
Tað, sum hetta snýr seg um, er, at Føroyar eru ein miðdepil fyri russiskt virksemi í Norðuratlantshavi. Tað hava vit leingi verið, og tað eru vit enn. Hetta samstundis, sum Russland fremur ræðuleikar í Ukraina og altjóða krígsdómstólurin skuldsetir Putin fyri krígsbrotsverk.
Tað er tað, málið snýr seg um.