Einaferð segði fíggjarmálaráðharrin, at Herjólfur tekur 67 bilar. Nú er komið fram í miðlunum, at Herjólfur tekur 35-36 bilar. Einaferð segði fíggjarmálaráðharrin, at Herjólfur kundi føra 481 ferðafólk. Men nú kann hann bara føra 385 ferðafólk.
Haraftrat er nú eisini komið fram, at minni pláss verður til farm við Herjólfi enn upprunaliga ætlað. Einans seks 40-fót bingjur er pláss fyri á hvørjum túri.
Landsstýrismaðurin tók endaligu avgerðina um, at lítla ferjan einsamøll skuldi røkja bæði ferðafólka- og fraktflutningin um Suðuroyarfjørð við høvuðsorsøkini, at tað var tann bíligasta loysnin.
Landsstýrismaðurin legði eisini ábyrgdina frá sær og á niðrandi hátt bað hann suðuroyingar sjálvar finna sær okkurt skip, sum kundi nøkta tørvin, meðan Smyril var í dokk.
Í verandi løtu sleppur arbeiðsfjøldin ikki til arbeiðis, tí at skeivar upplýsingar eru givnar til øll, sum virka í framleiðsluvinnuni.
Framleiðsluvirkini kunnu ikki framleiða eftir skiftandi fráboðanum frá landsstýrismanninum. Tað er tí álvarsligur vandi fyri, at fiskaframleiðsla í Suðuroy steðgar upp - arbeiðsfólkinum og vinnulívinum til óbótaligan skaða.
Ábyrgdin liggur hjá landsstýrismanninum. Tí havi jeg sett honum fyrispurning um hví skeivar upplýsingar eru almannakunngjørdar fleiri ferðir um lívslinjuna hjá vinnulívinum og borgarunum í Suðuroynni.
Bjarni Hammer, løgtingsmaður