Ólavur Larsen
Lesarabræv06. desember 2022
Ólavur Larsen

Latið bryggarí og destillarí selja egnar vørur

Løgtingsval 2022

Vit hava fleiri sera góð bryggjarí í Føroyum, og síðani tað gjørdist møguligt at bryggja sterkt í Føroyum, hava vit sæð, at fleiri distillarí er farin undir at framleiða sterkar løgir eisini. Vørurnar sum hesi distillarí koma út við, vinna gull-, silvur- og enntá gullmedaljur til viðurkendar smakkingar kring heimin, so vit tosa um veruligar hágóðsku vørur! Hetta er ein sólskinssøga, men vit gera tað ikki so lætt fyri tær at virka í Føroyum, tí fyritøkurnar kunnu ikki selja sínar egnu vørur á bryggjarínum, á distillarínum ella í sínum egna handli. Hetta er ein avbjóðing sum má loysast.

 

Kunnu bert selja sterkt í Rúsuni og í tollfríari sølu

Tá eitt distillarí hevur liðugt framleitt ein tanga av ginn, vodka, romm, akvavitt ella whisky og hetta er tappað í fløskur, so fer tað inn á eina tollfría goymslu. Tá so vøran verður tikin út frá goymsluni, má vøran leverast beinleiðis til Rúsdrekkasølu Landsins, og tá skal tollur samstundis rindast av vøruni. Síðani kann vøran fara á hillina í Rúsuni, og kundin kann keypa vørurnar. Undantøk eru eisini, so sum tollfría sølan umborð á Norrønu og í Duty Free handlinum á flogvøllinum. Hetta er lógarásett, og tískil má ein lógarbroyting til, um hetta skal broytast. Tá tað er sagt, so skal eisini viðmerkjast, at Rúsdrekkasøla Landsins hevur tikið risafet seinastu árini við at fáa fatur í góðsku vørum, og tænastan er eisini komin upp á eitt høgt støði í handlunum kring landið.

 

Hvør er avbjóðingin, og hvør er loysnin?

Bryggjaríini og distillaríini hava nógvar vitjanir av føroyingum og kanska serliga av útlendingum um summari. Tá hesar vitjanir eru inni á virkjunum, so verður greitt frá framleiðsluni, tonkunum handan vørurnar, og so kemur tann mest spennandi parturin, at royna hesar góðskuvørurnar, og møguliga at keypa sær eina fløsku ella tvær, heim við frá vitjanini. Nei, soleiðis er tað tíverri ikki. Tað er ikki loyvt at levera sterkan løg út uttanum Rúsuna, so smakkiroyndir og keyp av sterkum løgum, kann ikki fara fram hjá framleiðarunum. Tað má ígjøgnum Rúsuna ella eina tollfría sølu. So tá ein rundvísing hevur verið, mugu tey vitjandi avstað aftur uttan at hava roynt vørurnar. Hinvegin  mugu tey leita sær í Rúsuna, um tey ynskja at royna tað, sum tey hava sæð og hoyrt um. Hetta er púra ólogiskt og má broytast beinanvegin. Um hesar fyritøkurnar sleppa at hava smakkiroyndir og sleppa at selja sínar vørur á staðnum, so kann tað hava eina heilt stóra meirsølu, sum so kann geva teimum eyka inntøkur til at menna vørurnar enn meir – og enntá gerast sterkar á heimsmarknaðinum. Hetta kann gerast ein sólskinssøga, um vit geva teimum hendan møguleikan.

 

Hetta ætli eg mær at broyta umgangandi, um eg sleppi innum tinggáttina eftir tann 8. desember.     

 

Ólavur Larsen

Valevni fyri Javnaðarflokkin