Løgmaður leitar desperat eftir inntøkum. Nú skulu landsins ognir seljast. Við sær hevur hann dreingirnar í landsstýrinum, sum eru farnir at leita við lummalykt eftir almennum feløgum at selja fyri at dekka undirskotið í landskassanum.
Øll vita, at tað vil koma Føroyum aftur um brekku, men líka leggja teir í. Tað er sum at pissa í buks, hitar eina løtu, men so verður kalt og fer at lukta.
Pissa-í-buks politikkurin er tó eyðkendur hjá hesi samgonguni.
Tá almennu feløgini hava tað trupult, skal skattgjaldarin gjalda. Tað sóu vit, tá Atlantic Airways herfyri fekk 100 mió. kr. og gongur gott, ja, so skulu hesi seljast.
Føroya Tele var fyrsta royndin. Nú eru BankNordik, Tjaldur, partur av Atlantic Airways og Posta á borðinum hjá løgmanni.
Sjálvt um tað verður dýrari fyri vanligar føroyingar at liva og virka í Føroyum, so er málið framhaldandi at gøða teimum heilt fáu og nógv ríkastu.
Samgongan kom til skorin klæðir og dekkað borð. Í bestu tíðum við størsta búskaparliga vøkstrinum, sum Føroyar nakrantíð hava sæð. So er yvirtikna yvirskotið á 1,5 mia. burtur, undirskotið ræðandi, ongin politikkur og ongin ætlan.
Allíkavæl verður neyðhildið um sokallaða valdið, sum hevur beina kós út av eggini.
Seinasta royndin er at selja ognir landsins, selja innbúgvið hjá føroyingum, selja burtur av arvasilvurinum.
Føroya fólk hevði eina vón um, at blæurnar tornaðu, men enn eru buksurnar vátar, og tað tikist sum, at pissa-í-buks politikkurin kemur at halda áfram restina av hesum syrgiliga valskeiðnum.
Bjarni Hammer, løgtingsmaður