Jóhannis Joensen
Lesarabræv02. mai 2020
Jóhannis Joensen

Landsstýrið arbeiðir ov seint

Ferðavinnan var helst tann vinnan, sum merkti avleiðingarnar av heimsfarsóttini fyrst. Nú koma uppsagnirnar undan kavi. Tað var væntandi undir hesum umstøðunum, men eg hevði vónað, at landsstýrið kláraði at lofta vinnuni, áðrenn vit komu her til. Vit tosa um hundraðtals arbeiðspláss, sum eru í vanda.

Seinastu nógvu árini hava vit tosað um, hvussu umráðandi tað er, at føroyski búskapurin fær fleiri bein at standa á. Og her hevur ferðavinnan verið í miðdeplinum. Vit kunnu ikki kasta alt okkara álit á høvuðsvinnu okkara, har vit vita, at sveiggini kunnu vera stór. Ferðavinnan er ein meiri støðug vinna, og tí hava bæði land og fólk lagt stóra orku í at fáa hesa vinnuna upp á beinini.

Nú hendi tað, sum vit ikki kundu fyrireika okkum uppá. Og tað er sjálvsagt rætt, at lata landið aftur, tí heilsan má koma í fyrstu røð. Men landskassin er væl bjálvaður, og tí átti landið at handla skjótt og lofta størsta partinum av tí, sum nú sær út til at fara fyri bakka. 

Landið skal ikki halda hondini undir eini vinnu, sum ikki ber seg. Men landið má traðka til og stuðla vinnuni, um landið velur at taka grundarlagið undan vinnuni í eina tíð. Ein rúgva av starvsfólki eru í klemmu. Starvsfólk, sum arbeiða á ferðaskrivstovum, hjá Atlantic Airways, á hotellum, matstovum o.s.fr.  

Hjálparpakkarnir eru ikki nøktandi. Og landsstýrið arbeiðir alt ov seint.

Nú má vend koma í, so upptakið ikki verður alt ov stórt!

 

Jóhannis Joensen

Javnaðarflokkurin