Og um neyðugt, so skulu tær avtakast. Tað heldur Jóhannis Joensen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, og tí leggur hann nú uppskot fyri Løgtingið, har hann heitir á landsstýrið at endurskoða lands- og pisaroyndirnar.
- Tað er eingin ivi um, at okkara børn bera kostnaðin av, at vit liva í einum avrikssamfelagi. Bíðilistarnir til sálarfrøðingar bara vaksa. Fyrsta stig má vera at endurskoða lands- og pisaroyndirnar í fólkaskúlanum, tí børnini eru meira enn tøl. Tey eru samansett menniskju, sigur Jóhannis Joensen.
Eru royndirnar veruliga neyðugar, og verða úrslitini brúkt rætt? Hvat ger tað við okkara børn, at stór krøv verða sett frá barnsbeini av?
Jóhannis heldur, at tað verður alt ov stórur dentur lagdur á avrik – bæði hjá børnum og hjá starvsfólkunum, sum verða mett eftir einum leisti, og tað er eftir próvtølum.
Jóhannis Joensen sigur, at tað besta hevði verið, um okkara børn komu snikkaleys og glað ígjøgnum fólkaskúlan. Men vit mugu nokk staðfesta, at tað hevur gjørt tað verri, at avrikssamfelagið, royndir og próvtøl eru ein partur av gerandisdegnum hjá børnunum í fólkaskúlanum. Vit mugu aftur til kjarnuna og taka byrðuna av herðunum hjá okkara børnum.
Tað burdi verið nóg mikið, at vit hava eina fráfaringarroynd í fólkaskúlanum og javnar eftirmetingar av, hvussu tað gongur hjá børnunum, heldur Jóhannis Joensen.
- Tey stríðast. Tað síggja vit. Vit mugu taka tey í álvara og fyribyrgja, at fleiri fáa sálarligar trupulleikar. Tað gera vit við at flyta avrikssamfelagið úr fólkaskúlanum, tí tað hoyrir yvirhøvur ikki heima har.