Herfyri fór eg framvið hjá megd og fekk eina góða og upplýsandi samrøðu við tóru við Keldu, forkvinnu, og Jónvør Christiansen, aðalskrivara, um ynski, tørv og tankar hjá teimum menniskjunum, sum MEGD umboðar.
Sum høvuðsstaður eiga vit at vera fyrimynd, tá vit skipa okkara atkomu. Tey smáu tingini kunnu gera stóran mun, og tey merkja ikki stórvegis fyri fólk, sum ikki liva við breki.
Her eru nøkur av viðurskiftunum, sum vit skulu minnast til, tí tey hava týdning fyri eina betri atkomu í samfelagnum:
• Ein gátt er ein forðing
• Spælipláss eiga at vera nógv meira atkomulig fyri børn, ið bera brek
• Parkeringspláss eru neyðug fyri eina betri atkomu
• Rúm skal vera fyri, at fólk í koyristóli kunnu sita til borðs á matstovum, og tey skulu sjálvsagt eisini sleppa inn á matstovuna
• At gøtur eru asfalteraðar, ger undurverk fyri fólk í koyristóli
• Gelendarar gera undurverk
• Krøv til atkomu skulu vera við í byggiloyvum, sum kommunan gevur til útbyggingar og til alment virksemi
• Góð almenn vesi skulu vera atkomulig, og tey skulu hava opið, tá ið stór tiltøk eru í kommununi, og ikki steingja um kvøldið
• Atkomulig vesi skulu hava eina stóra briks, so hon kann brúkast til størri børn
• Tungar hurðar skulu hava eina pumpu at trýsta á, so at hurðarnar lata upp
• Ofta er ein atkomulig úthurð inn í durin, og so eru vanligar hurðar inn í sjálvan bygningin – hetta er ikki nóg gott
• Bústaðir til fólk við serligum tørvi skulu ikki allir vera á sama staði, men javnt býttir á búplássum runt í kommununi
• Ljóskurvar skulu hava ljóð
• Fortovskantar skulu hava skráar við jøvnum millumbilum
• Fortovskantar skulu ikki vera ov høgir
• Upplýsingar um atkomu skulu vera atkomuligar, og tað skal vera lætt at fáa álítandi kunning um, hvar parkeringspláss, vesi og aðrir hentleikar eru
• Nú valið er í hondum, er neyðugt at tryggja, at valhølini skulu vera atkomulig fyri fólk í koyristóli
• Valklivar skulu vera, sum eru nóg rúmligir til, at fólk í koyristóli ómakaleyst kunnu greiða atkvøðu
• Valklivar skulu vera við serligum skíggjum til sjónveik fólk. Hetta er gjørt aðrastaðni, so tað má eisini bera til hjá okkum.
• Valseðlar kunnu hava mynd av valevnunum, so at fólk, sum eru lesiveik, fólk við menningartarni, við demensi og onnur, ið hava tørv á hesum, hava lættari við at kenna valevnini frá hvørjum øðrum
Listin er langur, og allarhelst kundi okkurt afturat staðið á.
Tað skal ikki so nógv til, um vit læra okkum at minnast til hesi atlit, tá vit byrja uppá almennar verkætlanir, og í øllum almennum virksemi annars.
Sjálv má eg viðganga, at eg eri hervilig at gloyma, at nógv menniskju hava serligan tørv. Eg eri so heppin, at eg kann loyva mær at vera privilegiublind. Kunning og økt tilvitan eru týdningarmiklir partar av arbeiðinum at betra um umstøðurnar hjá menniskjum, ið bera brek.
Eg takki MEGD fyri samrøðuna, sum fyri mítt viðkomandi ikki endar her.
Eg vil virka fyri betri atkomu í orðsins breiðastu merking í Tórshavnar kommunu, um eg fái høvi til tess eftir kommunuvalið 10. november.
Kristianna Winther Poulsen, Javnaðarflokkurin