Eftir ólavsøku fer Javnaðarflokkurin at leggja fram uppskot til eykajáttan til at seta yngri læknar í starv í heilsuverkinum. Pengarnir skulu takast frá sendistovuni í Ísrael, skjýtur Javnaðarflokkurin upp.
Javnaðarflokkurin hevur fyrireikað eitt uppskot til eykajáttan, sum skal tryggja fleiri nýútbúnum læknum starv í føroyska heilsuverkinum.
- Vit hava alstóran tørv á fleiri dugnaligum læknum í føroyska heilsuverkinum. Men samgongan heldur ikki, at vit hava ráð. Samstundis ætla tey at lata sendistovu upp í Ísrael, sum kemur at kosta 12,1 millión krónur restina av valskeiðnum. Eg skilji snøgt sagt ikki raðfestingina, sigur Aksel V. Johannesen, formaður fyri Javnaðarflokkin.
Aksel V. Johannesen vísir á, at tað undir ongum umstøðum snýr seg um ein illvilja móti landinum Ísrael, men heldur at vit snøgt sagt ikki hava tørv á eini sendistovu har.
- Eg eri greiður yvir, at 12,1 millión komandi árini ikki er nøkur ovurhondsstór upphædd, um vit samanbera við aðrar stórar verkætlanir. Men vit hava ongantíð ráð til at oyðsla við skattakrónunum hjá arbeiðsmonnum og arbeiðskvinnum kring landið. Og eg haldi, at tað er at oyðsla, tá fleiri milliónir verða brúktar til óneyðug endamál, sigur Aksel V. Johannesen.
Formaður Javnaðarfloksins vísir á, at skulu vit hava fleiri sendistovur, so kunnu vit viðgera, um vit kanska skulu hava eina sendistovu í USA, har vit hava tørv á betri marknaðaratgongd. Hann heldur tó sum heild, at vit ikki skulu brúka fleiri skattakrónur uppá sendistovur. Harafturímóti vísir hann á, at tað er alneyðugt at seta pening av til at tryggja, at nýútbúnir læknar ikki fara av landinum aftur.
Undir seinastu samgongu varð heilsuverkið raðfest søguliga høgt, og søguliga nógv fleiri læknar vórðu settir í starv. Aksel V. Johannesen vónar, at henda kósin verður hildin heldur enn niðurlagað.
- Nú leggja vit eina eykajáttan fyri løgtingið, har vit skjóta upp, at peningurin, sum er settur av til at lata upp sendistovu í Ísrael, heldur verður brúktur til at seta fleiri læknar í starv. Um løgtingið fellir uppskotið, so vita vit, at tað er ein tilvitað raðfesting. Men eg vóni sjálvsagt, at løgtingið tekur undir við uppskotinum, sigur Aksel V. Johannesen.