Í dagligari talu siga vit løgtings- og landsstýriskvinnur, men á pappírunum skulu tær eita menn. Tað vilja Ingilín Didriksen Strøm og Hervør Pálsdóttir broyta, og hava tær tí lagt uppskot fyri løgtingið um at víðka heitini í Stýrisskipanarlógini til at fevna um bæði kyn.
Síðan fyrstu kvinnurnar vórðu valdar inn á ting, hava 28 kvinnur verið løgtingsmenn. Hesar verða í dagligari talu, í almennu miðlunum umframt í løgtinginum, róptar løgtingskvinnur. Tó er hetta enn ikki galdandi formliga í Stýrisskipanarlógini.
Løgtingið og Landsstýrið hevur við Javnstøðunevndini og Demokratia sett sær fyri, at fremja arbeiðið við javnari umboðan millum kynini. Hetta arbeiðið er framvegis neyðugt, meta løgtingskvinnurnar Ingilín Didriksen Strøm og Hervør Pálsdóttir, sum hava lagt uppskot fyri løgtingið um at víðka heitini í Stýrisskipanarlógini.
- Á løgtingsvalinum í 2019 vóru bert 8 av 33 løgtingsmonnum eru kvinnur. Um tey, ið verða vald inn á ting, framvegis skulu verða rópt løgtingsmenn, landsstýrismenn, løgtingsformenn, nevndarformenn og løgmenn, kann mann seta spurnartekin við, hvørt Stýrisskipanin leggur upp til, at hesi skulu vera annað enn mannfólk. Tí er tíðin komin til at broyta hesar orðingarnar, so tær fevna um kynini, siga tingkvinnurnar fyri ávikavist Javnaðarflokkin og Tjóðveldi.
Starvsheitini landsstýrismaður og løgtingsmaður verða broytt í allari lógini, men starvsheitini løgmaður og løgtingsformaður verða standandi. Við áseting í § 1 a verða almennu starvsheitini fyri hesi embæti tó tillagað eftir, hvør situr í embætinum. Um hesar orðingar skuldu verið tillagaðar í allari lógini til at fevnt um kynini uttan at funnið heilt nýggj heiti, hevði talan gjørst um ov tungan og fløktan lógartekst, og tí er loysnin við § 1 a vald ístaðin, hóast hendan ikki er besta loysnin, sambært tingkvinnunum. Eisini verður heitið embætismaður broytt til embætisfólk og uttantingsmaður broytt til uttantingsfólk.