Undir herrópinum “Býráð fyri borgaran” bjóðar Javnaðarflokkurin seg fram aftur at taka við leiðsluni í Tórshavnar býráð.
Listin hjá Javnaðarflokkinum til kommunuvalið í Tórshavnar kommunu er klárur. 17 valevnini eru klár at virka fyri, at álit og samband við borgaran verður endurreist.
Sterkan sosialan profil
Kommunan hevur tørv á einum nógv sterkari sosialum profili. Hendan finnur tú í hópinum hjá Javnaðarflokkinum, sum ynskir at styrkja eldraøkið, dagstovna-, barna- og ungdómsøkið við fleiri plássum og hægri normeringum. Eisini fer flokkurin at virka fyri, at kommunan er fremst á umhvørvisøkinum, bæði innan orku, ferðslu, ruskinnsavnan og endurnýtslu.
Bústaðarneyðin skal loysast
Høvuðsavbjóðingin hetta valskeiðið er áleikandi bústaðarneyðin, sum ger, at Havnin skjótt einans er fyri tey væl bjargaðu. Hetta kann Javnaðarflokkurin ikki góðtaka. Tí skal ferð setast á at byggja lestrar- og ungdómsíbúðir og bústaðarloysnir til okkara eldru. Kommunan kann ikki halda fram við at skúgva bústaðarneyðina yvir á tað privata og pensjónsfeløgini, tí tey fara ikki at loysa hesa avbjóðing.
Práta við títt valevni
Umframt alt hetta hava valevnini sjálvandi ymisk hjartamál eitt nú mentan, ítrótt, frítíðarvirksemi, integratión og vinnumenning. Borgarin í kommununi fer at hoyra nógv meira til valevnini komandi tíðina í miðlunum og á valfundum. Men mest av øllum gleða tey seg til at práta við fólk á gøtuni ella í telefonini um ynskir til eina komandi býráðssetu.
Við hesum bjóðar Javnaðarflokkurin seg fram við einum krútsterkum lista av kvinnum og monnum til býráðsvalið.
Frá vinstru framman:
Milia Egilsnes Anda, lesandi. Bjørg Dam, sjálvstøðug. Kári Johansen, arbeiðsformaður. Helena Dam á Neystabø, býráðslimur. Heðin Mortensen, býráðslimur, fyrrv. borgarstjóri. Tróndur Sigurðsson, býráðslimur.
Birita Baldvinsdóttir Iversen, sjúkrarøktarfrøðingur. Súna Mørk, ergoterapeutur. Sára Gullfoss, heilsufrøðingur.
Frá vinstru aftan:
Bergur Robert Dam Joensen, handilsmaður. Høgni Midjord í Stovuni, sjálvstøðugur. Odd Færø, fíggjar- og roknskaparm. Høgni Joensen, skúlastjóri. Niels á Reynatúgvu, tøknifrøðingur FT net. Bjarni Beder, stovnsleiðari, Irma Justinussen, hárfríðkanarkvinna. Kristianna Winther Poulsen, lærari á miðnámi.