Tórshavnar kommuna hevur sum einasta kommuna í landinum avtikið fráfaringaraldurin. Persónliga haldi eg eisini, at tíðin er komin at hækka skattafría markið hjá pensjónistum til 100 túsund krónur.
Samfelagsliga kostar hetta onki. Fyri tað fyrsta koma allir hesir pengarnir so ella so innaftur. Í øðrum lagi er alternativið, at pensjónisturin – sum veruliga ynskir at arbeiða - fer heim og gevst at arbeiða.
Vit hava eitt ótal av fólki, sum ikki bara eru arbeiðsfør, men veruliga brenna fyri sínum arbeiði, hóast tey eru farin um vanligan fólkapensjónsaldur. Hesi skulu stimbrast við at tær fyrstu 100 túsund verða skattafríar.
Okkum tørvar hesi á arbeiðsmarknaðinum. Arbeiðsgleðin verður størri. Framleiðslan verður størri. Og eg ivist ikki í, at samfelagsliga verður hetta uppá allar mátar ein stórur fyrimunur.
Heðin Mortensen