Heðin Mortensen
Lesarabræv21. oktober 2020
Heðin Mortensen

Kommunala ferðafólkasigling

Var eingin Nólsoyggj, var heldur eingin Havn, og fyri tey flestu ber heldur ikki til at ímynda sær Havnina uttan Nólsoynna, tí tú sært neyvan eina góða mynd av Havnini, uttan Nólsoyggin eisini er við. Ella sum Hans Andreas Djurhuus yrkti fyri hundrað árum síðani: “Nólsoy ryggin úr sær spennir, stendur stinn – so long og mjá, verjir fyri Havnarvág.”

Kommunuval 2020

Kortini er Nólsoyggin ikki altíð so nær, sum hon átti at verið, tí hóast túrurin sjóvegis bara tekur eina góða løtu, so er tað ikki altíð, at Strandferðslan maktar uppgávuna og røkir Nólsoyarleiðina til fulnar.

Ferð eftir ferð eru broytingar í ferðaætlanini, tí Ternan verður tikin burtur til aðrar leiðir ella eftirlit, og tá er tænastustøðið ikki í nánd av tí, ið tað átti at verið.

Sannast má, at nólsoyingar eru tolnir, tí teir mugu liva við at ferðast millum heimbygdina og Havnina undir ymsum treytum – og verri enn so altíð, soleiðis sum vit eiga at tryggja øllum okkara borgarum í 2020.

Sama skil í Hesti

Sama kann sigast um tey í Hesti, sum hevur eina niðurlaðaða leið, har tilkalling er til allar túrar, so tað ikki longur kann lítast á, at tíðirnar í ferðaætlanini eru fastar og eftirfarandi. Gloymir tú at ringja og boða frá, verður eingin túrur.

Eisini er ferðaætlanin á Hestleiðini løgd soleiðis, at tað ikki ber til at búgva í Hesti og røkja eitt vanligt arbeiði ella skúlagongd inni á fastlandinum, tí fyrraparturin er hálvgum liðugur, áðrenn hestfólk eru komin yvir á Gomlurætt og til arbeiðis ella í skúla.

Samferðsluviðurskiftini hjá bæði nólsoyingum og hestfólki eru nakað, Tórshavnar kommuna ikki kann gera nakað við av sínum eintingum, tí hetta eru rutur, landið tekur sær av. Inni á fastlandinum megnar kommunan eina ókeypis bussleið til allar sínar borgarar, men tey úti á oyggjunum eru við sviðusoð.

Kommunala sjóleið

Fáa vit ikki Strandferðsluna at taka nólsoyingar og hestfólk í fullum álvara, er spurningurin, um tíðin ikki er komin til, at Tórshavnar kommuna sjálv tekur um endan, tí vit kunnu ikki liva við, at nólsoyingar og hestfólk noyðast at sigla sín egna sjógv. Strandferðslan maktar ikki og raðfestir ikki leiðirnar út í Nólsoynna og Hest, og tað gongur ikki í longdini.

Hvat so er til ráða at taka, er kanska trupult at siga, men Tórshavnar kommuna eigur av álvara at umhugsa eina kommunala leið um Nólsoyarfjørð og Hestfjørð, heldur enn at dúva upp á svikaligar leiðir hjá landinum, ið sjáldan leggur nógv fyri, tá um viðuskifti í Tórshavnar kommunu ræður.

Vit skulu hava eitt býráð fyri borgaran – eisini hann, ið býr í Nólsoy ella Hesti.

Heðin Mortensen

Javnaðarflokkurin