Kim Durhuus úr Hósvík er nývaldur løgtingmaður og hevur júst hildið sína fyrstu røðu í tinginum
“Mítt hjarta hevur altíð hoyrt Javnaðarflokkinum til”, segði Kim Durhuus undan løgtingsvalinum í 2022.
Nú er hann vorðin tingmaður, og hevur í dag verið á røðarapallinum fyri fyrstu ferð.
Kim er limur í rættarnevndini sum er farin undir at viðgera tær broytingar í konkurslógini, sum landsstýrismaðurin í lógarmálum ynskir at fremja.
Eitt av politisku hjartamálunum hjá Kim Durhuus er føroyska vinnulívið, og at skapa góðar karmar fyri vinnuna er nakað, hann veruliga brennir fyri.
“Síðani eg frætti, at eg varð valdur inn sum eykamaður á tingi, havi eg glett meg sera nógv at sleppa til arbeiðis, so hetta er ein stórur dagur og eg frøðist um at hava tikið hol á politiska arbeiðið”, sigur Kim.
Greiðar meiningar um konkurslógina
Í røðu síni bar hann millum annað fram, at mann eigur at leggja dent á at hjálpa fyritøkum, sum eru komin í fíggjarligt óveður - heldur enn at koyra tær á húsagang beinavegin.
“Tá eitt virki er í fíggjarligum trupulleikum, skal tað fáa hjálp at fáa fíggjarviðuskiftini aftur á beint, so felagið aftur verður gjaldført”, segði Kim Durhuus, løgtingsmaður og umboð Javnaðarfloksins í rættarnevndini, í síni fyrstu røðu og heitti á landsstýrismannin um at hyggja eftir hesum viðurskiftum.
Kim er 55 ára gamal, býr Hósvík, giftur Anniku og eigur trý vaksin børn. Hann hevur síðani 1989 verið aktivur í kommunalpolitikki millum annað sum borgarstjóri í Sunda kommunu. Og so er hann okkum kunnugt fyrsti hósvíkingur at verða valdur inn á ting.
Javnaðarflokkurin ynskir Kim vælkomnum á ting og til lukku við síni fyrstu og væl frágingnu røðu.