“So hví Johnny og onnur í einum føri gloyma hagtøl, í øðrum førum samanbera perur og bananir, og í onkrum triðja føri brúka beinleiðis villeiðandi tøl, kunnu vit bara gita um”. Hans Jacob Thomsen, løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin, kemur í lesarabrævi við nøkrum rættleiðingum til Johnny í Grótinum.
Í Degi og Viku fríggjakvøldið grundgav Johnny í Grótinum, limur í Búskaparráðnum, fyri, at alifyritøkurnar í Føroyum longu gjalda nóg mikið í tøkugjaldi.
Við einum roknistykki, sum hann sjálvur segði seg líka hava gjørt við sínum lummaroknara, staðfesti hann, at føroyska alivinnan longu skal gjalda tað sama, sum norska alivinnan, sambært norska búskaparfrøðinginum, Karen Helene Ulltveit-Moe, ið hevði eina framløgu á ráðstevnuni við Løkin, kemur at gjalda, um hennara tilmæli til norsku stjórnina verður lóg.
Úrslitið hjá Johnny er javnað í mun til støddarmun á føroysku og norsku alivinnuni umframt valutakurs.
Trupulleikin er bara, at tað eru fleiri faktuellir feilir í roknistykkinum hjá Johnny.
Fyrsti feilur
Karen Helene segði, at árini frammanundan hennara tilmæli, sum var handað norsku stjórnini í 2019, høvdu givið nakað, ið svarar til NOK 7 mia, ið Johnny so umroknar til DKK 305 mió.
Síðani sigur Johnny, at tøkugjaldið í føroysku alivinnuni longu er á umleið tí upphæddini.
Her brúkar Johnny helst tøkugjaldið í 2022, ið var DKK 284 mió.
Men, 2022 var eitt nógv betri ár enn undanfarin ár, og tí er tað beinleiðis villeiðandi at samanbera føroysku tøkugjøldini í 2022 við tølini frá Karen Helene fyri árini undan 2019.
Árini undan 2019, tá Karen Helene handaði tilmælið, svingaðu tøkugjøldini í Føroyum millum DKK 23 mió og DKK 158 mió.
Annar feilur
Ein annar stórur trupulleiki við grundgevingunum hjá Johnny í Grótinum er, at hann als ikki tekur atlit til, at føroyska náttúran er nógv betri egnað til laksaaling enn tann norska, og tí er tilfeingisrentan eisini munandi hægri í Føroyum.
Um vit skulu brúka dømið hjá Johnny og áseta tøkugjald í Føroyum í mun til norska tilmælið, skulu vit fyrst samanbera ár fyri ár, og síðani taka hædd fyri munandi betri umstøðunum í føroysku firðunum at ala laks. Tá verður úrslitið helst rættiliga nógv meira enn úrslitið hjá Johnny, og rættiliga sannlíkt eisini munandi hægri enn uppskotið, ið landsstýrið kemur við.
Umframt framløguna hjá Karen Helene vóru eisini aðrar framløgur, harímillum Ragnar Nystøyl, ið eisini plagar at hava framløgur á árligu aliráðstevnuni.
Í framløgunum hjá Ragnari á árligu aliráðstevnunum plagar hann at vísa eitt sindur týðiligari hagtøl yvir mett EBIT pr. kg. í londunum, vit samanbera okkum við.
EBIT vísir okkum munin millum søluprís og framleiðslukostnað.
Tølini hjá Ragnari vísa, at EBIT í Føroyum er millum 35% og 48% hægri enn í Noregi seinastu árini. Tað vil siga, at føroysku alifyritøkurnar fáa rættiliga nógv meira burturúr framleiðsluni enn tær norsku.
Sjálvt tá tøkugjaldið í uppskotinum hjá landsstýrinum verður trekt frá, er úrslitið í føroysku alivinnuni betri enn í tí norsku - hóast tey í Noreg so at siga onki gjalda í tøkugjaldi.
Sjálvandi kann ein partur vera dugnaskapur, og ein partur er heilt víst, at føroysku alifyritøkurnar koyra størri smolt á sjógv enn tær norsku, men at munurin skal vera so stórur, er meira enn ivasamt.
Triði feilur
Síðsti feilurin, Johnny borðreiðir við, er, tá hann endurgevur fíggjarstjóran í Bakkafrost fyri at siga, at Bakkafrost kann koma út fyri at skula gjalda yvir DKK 120 mió meira í tøkugjaldi, um laksaprísurin í ávísum førum hækkar 1 oyra.
Í heilt serligum førum, kundi hetta komið fyri, um tøkugjaldið varð ásett fyri eitt heilt ár í senn.
Men, bæði fíggjarstjórin í Bakkafrost og Johnny í Grótinum vita heilt vist, at ætlaða tøkugjaldið verður dagført mánaðarliga, og evt. útsving tí eisini verða útjavnað yvir árið.
Fíggjarstjórin í Bakkafrost tosaði eisini um, at íløguhugurin kundi minka, um ov nógv varð tikið í tøkugjaldi.
Um meiningin var, at hetta skal skiljast sum ein hóttan, stendur enn ósvarað, men fyritøkur hava aðrar møguleikar at finna fígging til teirra íløgur, enn at lata verða við at gjalda fyri framleiðslugøgn.
Í einari sunnari vinnu, gera fyritøkur íløgur fyri at tjena pengar. Og tað burdi als ikki verið neyðugt hjá einari fyritøku, ið letur 100-tals mió í vinningsbýti árliga, at krevja almennan stuðul til íløgurnar.
Ella, sum Ola Flåten, ið eisini hevði eina framløgu á ráðstevnuni, segði til endans; um íløgan er góð, hví so ikki læna pengar til hana, sum øll onnur í búskapinum?
Hví rokna skeivt?
So hví Johnny og onnur soleiðis í onkrum føri gloyma hagtøl, í øðrum førum samanbera perur og bananir, og í onkrum triðja føri brúka beinleiðis villeiðandi tøl, kunnu vit bara gita um.
Men, fyri at endurgeva Karen Helene Ulltveit-Moe eina seinastu ferð, so er størsta orsøkin til politisku orrusturnar um tilfeingisrentu og harvið eisini óstøðugu vinnuligu karmarnar, at “politiska tilgongdin verður torpederað av sterku vinnuni og teirra lobbyistum”.
At limir í Búskaparráðnum nú tykjast vera partar av hesi lobbyismu, er beinleiðis ræðandi.
Hans Jacob Thomsen
Tingmaður fyri Javnaðarflokkin