Tíðindi06. mars 2020

Jóhannis Joensen spyr um góðsku og prís á føroyskum fiski

Jacob Vestergaard skal nú greiða frá, hvørjar ætlanir hann hevur viðvíkjandi góðsku og prísi á føroyskum fiski. Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkinum, hevur sett honum tveir fyrispurningar.

Í Dimmalætting 28. februar staðfestir stjórin á Nevinum í Runavík, at vit í Føroyum eru á einum nógv lægri støði enn til dømis Ísland, tá tað kemur til góðsku á landaðum fiski. Hetta er galdandi fyri bæði skip og smærri útróðrarbátar. Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, vil tí hava Jacob Vestergaard at greiða nærri frá, hvørjar ætlanir hann hevur á hesum økinum. Hann hevur sett landsstýrismanninum tveir fyrispurningar um evnið, ávikavist um rávøru/rávørugóðsku og um prísin á útróðrarfiski.

- Fyri at hava bestu góðsku á fiskatilfeingi okkara, sum kemur til lands, er hagreiðing avgerandi. Her verður hugsað um alla handfaring av fiskinum frá tí, at hann verður fiskaður, til hann er í sølubúðunum. Útróðrarfiskur skuldi verið sera góð vøra og eigur at kunna seljast fyri besta prís. Hetta er bara ikki altíð støðan í dag. Fleiri orsakir kunnu vera til tess, sigur Jóhannis Joensen í viðmerkingunum. Sum dømi um møguligar orsakir vísir tingmaðurin á at smáu lastirnar, sum verða vigaðar inn, verða samlaðar saman frá fleiri útróðrarbátum og skildar í somu kassar, áðrenn selt verður. Tí fáa allir hesir bátar sama prís. Er onkur av hesum bátum, sum hevur vánaligan fisk ella illa hagreiddan fisk, fáa allir hinir sama minni góða prís á marknaðinum. Jóhannis Joensen heldur, at betri skiljing kundi bøtt um hetta. 

Umframt spurningin um útróðrarfisk vil Jóhannis Joensen hava Jacob Vestergaard at greiða nærri frá rávørugóðskuni á fiskinum, sum fer um føroyskan keikant. Hann vísir í hesum sambandi til avbjóðingarnar, sum stjórin á Nevinum í Runavík greiðir frá í Dimmalætting í síðstu viku. Stjórin á Nevinum greiðir frá, at í Íslandi hevur fleiri daga gamal fiskur einki virði, og at hetta hevur við sær, at bæði íslendsk og føroysk skip, sum landa í Íslandi, ikki koma inn við fiski, sum er eldri enn fimm dagar. Fiskurin, sum fer um føroyskan kaikant er ofta nógv eldri, tí at føroysku fiskiskipini gera longri túrar, tá teir landa í Føroyum. Umframt longu túrarnar vísir stjórin á Nevninum eisini á, at tað er stórur munur ímillum ymisku skipini/bátarnar alt eftir, um veiddi fiskurin er væl ella illa hagreiddur. Harafturat stúrir hann fyri, at føroyskir ráfiskakeyparar ikki fáa atgongd til ráfiskin. Í hesum sambandi vísir hann á, at tað støðugt verður torførari hjá óheftum virkjum, sum ikki eiga skip, at fáa hendur á rávøruni. Og hann ger somuleiðis vart við, at tað, at tað verður tosað um at lata upp fyri landingum uttanlands, er ein hóttan móti føroysku framleiðslufyritøkunum. Jóhannis Joensen heldur, at tað er neyðugt at fáa hesi viðurskifti útgreinað nærri, og at fáa innlit í, hvørjar ætlanir landsstýrismaðurin hevur hesum viðvíkjandi. Tí hevur hann sett landsstýrismanninum fyrispurningarnar.

 

Fyrispurningarnar kunnu lesast her:

https://logting.fo/files/casewrittenquestion/967/063.19%20Spurningur%20til%20J.%20Vestergaard%20fra%20J.%20Joensen%20-%20ravoru%20og%20ravorugodsku.pdf

 

https://logting.fo/files/casewrittenquestion/966/062.19%20Spurningur%20til%20J.%20Vestergaard%20fra%20J.%20Joensen%20-%20prisin%20a%20utrodrarfiski.pdf