Stýrisskipanarlógin staðfestir púra greitt, at landsstýrismaðurin við uttanríkismálum skal ráðføra seg við Uttanlandsnevndina hjá Løgtinginum í sambandi við mál av stórum týdningi. Danir ætla at seta ein radara upp í Føroyum, men Uttanlandsnevndin hoyrir einki frá landsstýrismanninum.
Aftur hesa vikuna hevur Jenis av Rana fundast við danska verjumálaráðharran um møguliga uppseting av einum hernaðarligum radara í Føroyum. Hetta er ikki fyrstu ferð. Seinasta árið hava Jenis av Rana og danski ráðharrin, Trine Bramsen, samskift um ein hernaðarligan radara í Føroyum. Sambært Trine Bramsen hevur hon havt “både telefonisk og fysiske møder” við Jenis av Rana.
Hetta snýr seg um eitt stórmál. Og sambært stýrisskipanarlógini skal landsstýrismaðurin ráðføra seg við Uttanlandsnevndina ”í sambandi við samráðingar við ríkismyndugleikarnar av stórum týdningi fyri viðurskiftini Føroya og Danmarkar millum”.
Men Jenis av Rana hevur ikki ráðført seg við Uttanlandsnenvdina. Hann hevur ikki so mikið sum kunnað hesa nevnd um, hvat hann hevur fingið at vita, ella hvat hann hevur sagt á fundunum við danska ráðharran.
Tí hevur Aksel V. Johannesen, sum hevur tikið sæti í Uttanlandsnevndini eftir Heðin Mortensen, sett landsstýrismannum ein §52 fyrispurning um málið.