Øll vita, at politikkur kann vera stuttligur. Men viðhvørt kann tað gerast í so stuttligt. Eitt dømi er eitt lesarabræv hjá Jørgeni Niclasen í dag.
Øll vita, at politikkur kann vera stuttligur. Men viðhvørt kann tað gerast í so stuttligt. Eitt dømi er eitt lesarabræv hjá Jørgeni Niclasen í dag.
Í lesarabrævinum sigur Jørgen Niclasen, at hann vil á fólkating at yvirtaka loftrúmið. Jørgen skrivar soleiðis:
“Nú skulu vit yvirtaka loftrúmið. Í mun til verandi fólkatingsumboð, vil eitt fólkafloksumboð gera alt fyri, at hetta verður møguligt. Í Fólkaflokkinum eru vit hvørki yvirtøkuviðkvom ella ørindadreingir hjá Mette Fredriksen. Her má vend koma í.”
Hetta er ov stuttligt, tí Fólkaflokkurin hevur fleiri ferðir seinastu tíðina atkvøtt ímóti í løgtinginum, at vit skulu yvirtaka loftrúmið.
Hetta valskeiðið hevur Tjóðveldi tvær ferðir lagt fram uppskot um at yvirtaka loftrúmið. Javnaðarflokkurin og Framsókn hava báðar ferðirnar - saman við Tjóðveldi - atkvøtt fyri uppskotinum, men tíverri hevur samgongan báðar ferðir felt uppskotið.
So seint sum í apríl í ár atkvøddi Fólkaflokkurin og Jørgen Niclasen ímóti einum uppskoti at yvirtaka loftrúmið. Tað stendur jú beint her: