Javnaðarflokkurin vil endurskoða lønarlagið hjá tí almenna við tí endamáli at lyfta fakbólkar, sum søguliga hava verið fyri lønarmismuni. Fyrst og fremst tey, ið arbeiða innan heilsu- og umsorganarøkið.
Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum sigur, at tá løgtingið kemur saman aftur á ólavsøku, fer flokkurin at leggja uppskot fyri tingið um at endurskoða lønarlagið innan heilsu-og umsorganarøkið m.a. við tí endamáli, at flokka størvini innan økið hægri, enn tey eru nú.
Í Danmark fer eitt borgarauppskot um at avtaka sokallaða Tjenestemandsreformen frá 1969 til viðgerðar í næstu viku. Tjenestemandsreformen bólkaði øll almenn starvsfólk í ymiskar lønarflokkar. Yvirskipað var galdandi, at kvinnudomineraðu størvini vórðu bólkað lægri samanborið við onnur størv, har menninir áttu meirilutan. Grundgevingin tá var, at menn vóru uppihaldarar og máttu tískil hava hægri løn.
- Henda áskoðan hoyrir fortíðini til, og vit skylda hesum fakbólkum at rætta tann skeivleikan, sum tá varð politiskt ásettur, staðfestir Aksel V. Johannesen. Talan er her um m.a. heilsuhjálparar, heilsurøktarar, námsfrøðingar og sjúkrarøktarfrøðingar, men eisini aðrar starvsbólkar.
Av tí at fleiri føroysk fakfeløg tá vóru partar av donskum fakfeløgum, varð hetta eisini galdandi fyri lønarlagið í Føroyum. Í dag sæst framvegis týðiligur munur á lønarlagnum, har kvinnur eru í meiriluta. Hetta eru serliga heilsu- og umsorganarstørvini. Somu størv, sum vit fáa trupult at manna í framtíðini, tí tørvurin á røkt og umsorgan er skjótt vaksandi.
Sambært formanninum í Javnaðarflokkinum, er hetta er eitt átrokandi mál av fleiri orsøkum.
Javnaðarflokkurin vil eitt javnari samfelag. Skal tað málið røkkast, er neyðugt, at vit geva láglønarbólkum eitt veruligt lønarlyft.
Javnaðarflokkurin vil javnstøðu millum kynini - eisini fíggjarliga. Skal tað málið røkkast, er neyðugt, at tey økini, har serliga kvinnur arbeiða, verða javnsett viðvíkjandi løn við starvsøki, har serliga menn arbeiða.
Javnaðarflokkurin vil framtíðartryggja vælferðarsamfelagið. Sambært Búskaparráðnum fara at vanta uml. 700 starvsfólk innan umsorganarøkið longu í 2030. Hetta er ein avbjóðing, vit vilja loysa. Gera vit ikki tað, kunnu vit ikki longur rópa okkum eitt vælferðarsamfelag. Skulu fleiri velja hesar yrkisleiðir, mugu lønirnar tillagast, so tær líkjast lønum hjá øðrum starvsbólkum við líknandi útbúgvingarstigi, sigur Aksel V. Johannesen.