Nýggj kanning hjá Fakfelagssamstarvinum, Heilsuhjálparafelagnum og Heilsurøktarafelagnum vísir nógvar fyrimunir við at stytta arbeiðsvikuna. Millum annað minni strongd, minni tíðartrýst og betri familjulív.
Eisini vísir kanningin, at tá starvsfólk ikki eru troytt, fáa tey savnað seg um arbeiði, og tí eru tey effektivari størri part av arbeiðstíðini.
Innan stóran part av almenna arbeiðsmarknaðin merkir hetta, at hóast fólk arbeiða styttri, so verður ikki brúk fyri at seta fleiri fólk í starv á hesum arbeiðsøkinum.