Tá tingið kemur saman aftur á ólavsøku, fer Javnaðarflokkurin lata løgtinginum uppskot um at heita á Landsstýrið at gera nýggjan almennan lønarstiga, sum tekur útgangsstøði í útbúgving og ábyrgd. Flokkurin metir, at uppskotið er neyðugt um vælferðarsamfelagið skal hava lív lagað í framtíðini.
Tá Tjenestemandsreformen varð innførdur í Danmark í 1969, hevði hetta sína ávirkan á føroysk lønarviðskifti. Í 1969 vórðu fakbólkar, har serliga kvinnur starvaðust, bólkaðir lágt, tí mett varð, at menn vóru uppihaldarar og máttu tí hava hægri løn enn kvinnur. Talan er serliga um fakbólkar, ið starvast innan heilsu- og umsorganarøkið.
Síðani 1969 hevur eingin verulig endurskoðan av almenna lønarlagnum verið. Lønir hava meiri ella minni voksið eftir einum førstum lønarkarmi við einstøkum frávikum – oftast eftir verkføll. Hetta er ger, at sami ójavni enn er galdandi í dag.
Hetta vil Javnaðarflokkurin gera upp við, og heitir tí á landsstýrið um at taka stig til at gera ein nýggjan almennan lønarstiga í tøttum samstarvi við kommunur og fakfeløg.
Hetta er ein liður í at framtíðartryggja vælferðarsamfelagið. Í temafrágreiðingini frá undanfarna búskaparráði “Starvsfólk á vælferðarøkinum komandi 10 árini” verður staðfest, at tað koma at mangla 700 starvsfólk á vælferðarøkinum um 10 ár, um verandi støði skal haldast.
Sum er, leggjast ov fá starvsfólk afturat heilsu- og umsorganarstørvini. Lága lønin, saman við sannroyndini, at nógv av somu starvsfólkum ofta arbeiða niðursetta tíð, ger, at tað er trupult at fáa endarnar at røkka saman hjá hesum bólkum. Ynskja vit at fáa fleiri at útbúgva seg innan hesi fak, er neyðugt at endurskoða almenna lønarlagið og geva hesum bólkum eitt lønarlyft, so tað samsvarar við útbúgving og ábyrgd.
Uppskotið verður lagt fram fyrsta framløgudag eftir ólavsøku, sum verður fyrst í august.