Starvsmannalógin er farin um tey seksti og er ikki dagførd síðan 1970. Tað vil Javnaðarflokkurin gera nakað við, og fer tí í næstum at leggja fram lógaruppskot um at dagføra Starvsmannalógina.
Starvsmannalógin varð sett í gildi í 1958 og lýsir týdningarmestu umstøðurnar og treytirnar hjá starvsmonnum. Ein starvsmaður er ein, sum hevur eitt ávíst slag av arbeiðsuppgávu t.d. handil, goymsla ella skrivstovuarbeiði.
Síðan Starvsmannalógin varð sett í gildi, er hon einans dagførd eina ferð í 1970. Til samanlíkningar er danska starvsmannalógin dagførd fleiri ferðir í hesum tíðarskeiðnum. Grundleggjandi broytingar eru hendar á arbeiðsmarknaðinum hesi seinastu 60 árini, og nú er tíð uppá, at lógin aftur verður dagførd, so hon svarar til nútíðar krøv og arbeiðsmarknað, halda uppskotssetararnir.
Lógaruppskotið snýr seg í høvuðsheitum um at steðga ósakligari uppsøgn, so starvsmenn á privata arbeiðsmarknaðinum verða javnsettir við starvsmenn á almennum arbeiðsplássum. At tryggja starvsfólki, sum hava starvast í nógv ár í somu fyritøku, eitt serligt viðurlag, verða tey uppsøgd. At geva starvsmonnum rætt til at átaka sær hjástørv, so leingi tað ikki er til ampa fyri fyritøkuna, har tey starvast. Og at fleiri verða fevnd av lógini – eisini tey, sum arbeiða í tíðaravmarkaðum starvi og tey, sum arbeiða niður í 8 tímar um vikuna. Hesar broytingar verða mettar sum fyrsta fet á leiðini móti eini nútímans starvsmannalóg.
Javnaðarflokkurin vísir á, at talan er um broytingar, ið sum útgangsstøði ikki hava tær heilt stóru fíggjarligu avleiðingarnar við sær. Uppskotssetararnir vóna og vænta tí, at samgongan fer at geva uppskotinum jaliga viðgerð, tá tað kemur fyri í løgtinginum.