Tað verður Margit Stóra, sum tekur yvir sum landsstýriskvinna í umhvørvismálum eftir Ingilín D. Strøm. Samstundis verður Súsanna Bertholdsen nýggj landsstýriskvinna í heilsumálum.
Javnaðarflokkurin hevur valt nýggj landsstýrisfólk fyri Ingilín D. Strøm, sum fór frá herfyri.
- Hóast eg eri harmur um umstøðurnar, so hava vit í Súsonnu og Margit tvær sterkar landsstýriskvinnur, sum brenna fyri teimum málsøkjum, sum tær skulu umsita. Nógv góð samgongumál eru komin langt í fyrireikingini, og tað verður uppgávan hjá okkum í landsstýrinum at fremja hesi í verki, sigur Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins í viðmerking
Súsannna Bertholdsen er 51 ára gomul og av Tvøroyri. Hon hevur sitið á tingi fyri Javnaðarflokkin seinastu tvey árini, og undan tí sat Súsanna seks ár í býráðnum á Tvøroyri. Súsanna hevur í mong ár undirvíst á Heilsuskúlanum á Skúladeplinum í Suðuroy.
Margit Stóra varð vald á løgtingsvalinum í 2022 og hevur síðani samgonga varð skipað verið landsstýriskvinna í heilsumálum. Margit hevur drúgvar leiðsluroyndir og kom úr einum starvi sum varastjóri í Sjúkrahúsverkinum.
Javnaðarflokkurin ynskir Margit og Súsonnu hjartaliga tillukku og ynskir teimum eina hepna hond sum landsstýriskvinnur. Eisini vil flokkurin nýta høvið at takka fráfarnu landsstýriskvinnu, Ingilín D. Strøm, fyri stóra arbeiði og fyri hennara mongu avrik.
Klokkan 14 seinnapartin verður móttøku fyri nýggju landsstýriskvinnunum á Løgmansskrivstovuni, tá tær formliga taka við álitissessunum.