Og Fólkaflokkurin skjýtur spurvar við kanónum.
Tað var herligt at síggja Fólkaflokkin fara upp at sprella og spíla seg út í dag í sambandi við, at eitt nýtt valevni sigur seg prinsipielt ganga inn fyri ognarskatti. Desperatiónin í Fólkafloksleguni er eftir øllum at døma vorðin so stór, at tey gera eitt prinsipielt úttalilsi hjá einum valevni til allan politikkin hjá Javnaðarflokkinum.
Lat meg sláa púra fast. Javnaðarflokkurin vil IKKI hava ognarskatt í kommununi – og heldur ikki í landspolitikki. Tað fara øll at kunna lesa seg fram til í okkara valuppleggi, sum skjótt verður borið út. Men nýggja valevni okkara hevur púra rætt í, at vit eiga at hyggja eftir møguleikunum fyri ávísum tænastugjøldum í teimum førum hús t.d. standa tóm í Havnini. Tað er ein veruleiki, at summi eiga fleiri hús í Havnini, og tað sigur seg sjálvt, at tað er ein kostnaður hjá kommununi at veita undirstøðu til sethús.
Tí gevur tað góða meining at taka hetta evnið upp. Serliga tí vit helst vilja, at hús ikki standa tóm í Havnini. Tí her skulu fólk búgva.
Fólkaflokkurin og borgarstjórin áttu heldur at hugsavna seg um sín egna politikk enn at skjóta spurvar við kanónum. Bústaðartrotið er eitt álvarsmál, hetta snýr seg um familjur og børn, og tað sømir seg ikki borgarstjóraflokkinum at gera so stór armbevegilsir, tá vit vita, hvussu lítið býráðsmeirilutin hevur avrikað fyri at tryggja fólki ein bústað í góða høvuðsstaði okkara.
Javnaðarflokkurin vil ikki hava ognarskatt. Javnaðarflokkurin vil, at fleiri fáa eitt stað, tey kunnu kalla sítt heim.
Heðin Mortensen, Javnaðarflokkurin