Tíðindi11. november 2020

Javnaðarflokkurin á odda í Vágs kommunu

Javnaðarflokkurin gjørdi eitt gott val í Vági, og í samgongu við Sambandsflokkinum fara vit nú undir eitt nýtt tíðarskeið í Vágs kommunu.

Kommunuval 2020
49 ára gamli Bjarni Johansen verður nýggjur borgarstjóri í Vági, og við borgarunum í miðdeplinum fer hann nú saman við hinum samgonguumboðunum undir at leiða kommununa rættvíst og fíggjarliga skynsamt.
 
Javnaðarumboðini í Vágs kommunu verða hesi:
Bjarni Johansen, 79 atkvøður
Levi R. Mørk, 64 atkvøður
Magnus M. Hjelm, 42 atkvøður
 
Hjartaliga til lukku og blíðan byr ynskja vit Suðuroyar Syðra Javnaðarfelag og umboðunum í Vágs kommunu.