Nú fáa kommunur heimild at seta almannagagnlig bústaðafeløg á stovn saman við Bústaðir. Hetta fer at betra munandi um møguleikarnar hjá Bústøðum at útvega fleiri leigubústaðir kring landið fyri ein rímiligan penga.
Uppskot um almentgagnligar bústaðarfeløg varð lagt fram í Løgtinginum í gjár.
Tað sum eyðkennir eitt almannagagnligt bústaðafelag er, at tað hevur ikki til endamáls at vinna pening upp á húsaleiguna.
Ella sagt við øðrum orðum: Feløgini skulu ikki skapa yvirskot til eigaran, men eitt heim til leigaran.
Hinvegin er málið at halda húsaleiguna so lága sum gjørligt, so eldri, lesandi, barnafamiljur, støk og fólk, sum annars ikki hava ráð ella orku til at keypa ella halda hús, kunnu leiga fyri sømiligan prís.
Stórur tørvur er á at útvega fleiri bústaðir í Føroyum. Bústaðamynstrið seinnu árini er broytt soleiðis, at alt fleiri ynskja at búgva til leigu, heldur enn at eiga ein bústað. Umframt at hetta er eitt ynski hjá fleiri, so hava alt fleiri ikki annað val enn at búgva til leigu, tí tey fáa ikki fígging til at byggja ella keypa sær síni egna bústað. Serliga er tað ein avbjóðing at fáa fígging hjá teimum, sum búgva í útjaðaranum.
Tí kemur hesin møguleikin at skipa almentgagnlig bústaðarfeløg í tøkum tíma. Annars er vandi fyri, at vit síggja øki í landinum, har bara fólk við høgum lønum búgva, tí láglønt og enntá miðallønt ikki hava ráð til at keypa ella leiga har.
Vit ynskja eitt Føroyar fyri øll – eitt samfelag við javnbjóðis møguleikum, har hálønt og láglønt - ung og gomul - búgva lið um lið.