Seinastu tíðina hava vit hoyrt um trotið av fakfólki innan heilsuverkið, almannaverkið, Sernám, á dagstovnaøkinum, eldraøkinum og á øðrum økjum eisini. Vit mangla kommunulæknar, talulærarar, námsfrøðingar, heilsustarvsfólk, sálarfrøðingar, fyrioterpeutar, ergoterapeutar og onnur fakfólk innan serøkir og týðandi tænastuppgávur innan tað almenna bæðï hjá landi og kommunum.
Í summum førum mangla vit at útbúgva fakfólk, og í øðrum førum hava vit fólkini við førleikunum, vit søknast, men vit raðfesta ikki normeringarnar, sum krevjast, fyri at seta hesi fólk í starv. Viðmerkjast skal eisini, at trupult er at fáa røttu starvsfólkini, tá almenna arbeiðsloysið er so lágt. Úrslitið er tí ofta, at vit veita eina verri tænastu til borgararnar, sum hava tænastunar fyri neyðini.
Tað er svárt at síggja, at foreldur at børnum við serligum avbjóðingum ikki fáa nøktandi tilboð. Tað er svárt at síggja sjúklingar og eldri, sum ikki fáa nøktandi venjingar- og menningartilboð. Og tað er ørkymlandi at staðfesta, at grannalondini hava betri tilboð, tá vit siga okkum at vera eitt av heimsins ríkastu londum.
Vit kunnu effektivisera, men hvussu skjótt skulu fólkini renna, áðrenn tað gongur útyvir tænastuna og starvsfólkaheilsuna? Sjálvandi skal ein samskipan altíð gerast, soleiðis at vit fáa sum mest fyri skattakrónurnar. Men hvar gongur markið?
Skulu vit samanbera okkum við hini vælferðarsamfeløgini í norðanlondum, eigur starvsfólkanormeringin av fakfólki at vera minst líka góð. Soleiðis er ikki innan fleiri økir. Tí undar tað meg, at vit ikki raðfesta fleiri íløgur í menniskju, sum skulu veita tænasturnar til borgarnar.
Ein íløga í fakøkir er ein íløga í fyribyrging av keðiligum avleiðingum og styrkjan av góðum gongdum. Tað er ein íløga, sum gevur fólki eina betri tilveru og sum í seinasta enda sparir samfelagnum fleiri eykaátøk og kostnaðir. Men íløgur í menniskju verða tíverri ofta sæddar sum ein vaksandi almenn útreiðsla - ikki ein íløga. Lættari er at gera íløgur í bygningar, tunlar, vegir og havnir, tí har sæst skjótari eitt ítøkiligt úrslit. Vit hava brúk fyri øllum, men eg hugsi ikki, at vit altíð raðfesta rætt.
Vit eiga fleiri stórar glæsiligar bygningar. Skrivstovuhølir, skúlar, barnagarðar og ellisheim. Og tó at vit hava manglar á nógvum økjum enn, tá hugsað verður um bygging og bygningar, so skapa bygningar í sær sjálvum ikki betri viðgerð ella tænastur, men tað er fólkið og raðfestinginar av uppgávunum inni í bygningunum, sum betra tænasturnar hjá borgarum. Her eiga vit at raðfesta betri, og ikki steðga fyrr enn vit eru á hædd við grannalond okkara.
Tí burdu vit raðfest íløgurnar í menniskju og fakfólk, soleiðis at Føroyar hava eina betri almenna tænastu fyri flest. Her verður neyðugt at leggja langtíðarætlanir, sum ikki verða broyttar fjóra hvørt ár.
Jóhannis Joensen, Javnaðarflokkurin