Betri eftirlit skal sum heild verða við stórum almennum byggiverkætlanum, sigur Jóhannis Joensen.
Sum formaður fyri løgtingsgrannskoðararnar kann eg staðfesta, at vit mugu framyvir handfara stórar byggiverkætlanir øðrvísi.
Vit umsita pengarnar hjá okkum øllum, og tí skal skil verða í.
Vit politikkarar hava ábyrgdina av at brúka skattakrónurnar skynsamt - hetta ræður sanniliga eisini byggiverkætlanir.
Teir pengar, vit brúka ov nógv til byggiverkætlanir, kunnu vit ikki nýta til tænastur og trivnað fyri okkara borgarar.
Hvat kann so gerast betur?
Fyrireikingar og broytingar mugu gerast áðrenn byggingin fer í gongd. Eftir hetta verður ongin broyting gjørd í byggiverkætlanini. Projektið er stongt - og strangligt eftirlit er við hesum.
Eisini er tað týdningarmikið, at tað er púra greitt, hvør hevur ábyrgdina av játtan, bygging og eftirliti – tað er eitt ráð, sum hevur ábyrgdina.
Tað er gleðiligt, at Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur sett arbeiði í verk, har staðfestast skal, hvat er besti leisturin, tá stórar verkætlanir framyvir skulu byggjast.
Tí skil má vera í – eisini í almennum byggiverkætlanum.
Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin og formaður fyri løgtingsgrannskoðararnar.