Síggi í miðlunum orrustu millum samgongulimirnar í býráðnum, Marin Katrinu Frýdal og Boga Andreasen, um innrætting av neystaloftum runt um í kommununi. Sær út til, at gamla orðafellið kemur til sín rætt, at tá ið krubban er tóm, so bítast hestarnir.
Sera áhugavert, tí ein kann spyrja, um hetta er bústaðarbyggingin, sum býráðssamgongan lovaði, og sum nú bæði tvey vilja eiga æruna av. Er hetta tann nýggja íbúðarætlanin, sum samgongan hevur lagt út í kortið, nú einki annað á hesum øki er eydnast? Innrættað neystaloft?
Fólkaflokkurin og Tjóveldi lovaðu, at nú skuldu tey loysa allan bústaðartørv í kommununi, og hetta er tað, sum stendur orðarætt í samgonguskjalinum hjá býráðssamgonguni: “Bústaðartørvurin skal nøktast. Vit taka um endan og leiða arbeiði, at fáa alternativa, fjøltáttaða bygging framda”.
Hetta at byggja neystaloft um til bústaðir runt um í kommununi ljóðar kanska gott og “idylliskt”, men álvaratos, hetta loysir als ikki nakran bústaðartørv hjá teimum mongu, sum í dag standa og bíða eftir eini aktivari virkisætlan frá kommununi. Longu fyri trimum árum síðani væntaðu og vónaðu tey, at kommunan fór at gera nakað við henda stóra bústaðartørv beinanvegin, men til fánýtis!
Nú er ikki nógv tíð eftir av hesum valskeiðnum, men ítøkiliga planleggingin at gjøgnumføra ein veruligan bústaðarpakka eigur ikki at steðga, sjálvt um val er nú um tríggjar mánaðir.
Lat okkum nú í felag standa saman um at loysa hetta stórmál beinanvegin og ikki brúka tíð, orku og pening til nakað, sum einans gagnar nøkrum fáum. Tað verða ikki neystaloft, ið koma at nøkta ella linna um tørvin! Vit eru til reiðar at loysa tørvin, um áhugi er at tosa við okkum í minnilutanum um hetta.
Heðin Mortensen
býráðslimur fyri Javnaðarflokkin