Tað ber yvirhøvur ikki til, at fólk verða vend í hurðini, tá tey hava brúk fyri bráðfeingis sálarhjálp.
Tað er ein trupulleiki, sum landsstýrismaðurin má loysa.
Tí fegnist eg um, at hetta í minsta lagi verður kannað av Heilsutrygd og landsstýrismanninum, so vit ikki fáa líknandi støður, sum tær, ið vóru í miðlunum herfyri. Tað hevur landsstýrismaðurin nú lovað.
Hetta má ikki fara í gloymskuna aftur, og tí ætli eg mær at fylgja málinum upp seinni í ár.
Her er svarið hjá landsstýrismanninum til fyrispurningin um bráðfeingis sálarhjálp: https://www.logting.fo/documents/52999
Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna