Tað er gleðiligt, at seinheilaskødd fáa eitt heildartilboð. Tað er átrokandi, og tørvurin hevur verið stórur. Men nú hevur Almannaverkið valt at leiga ein bygning hjá eini privatari fyritøku í Klaksvík. Tað merkir, at bygningar hjá privatari fyritøku kunnu enda við at verða útgoldnir við peningi hjá skattgjaldaranum. Tí hevur Djóni Nolsøe Joensen sett fyrispurning um hetta til landsstýrismannin.
Spurningurin er, um skattgjaldarin fær mest burturúr, at landið leigar bygningar hjá privatpersónum ella privatum fyritøkum í staðin fyri at byggja ella eiga sjálvt.
Landsverk hevur víst á, at meðan almenna bygningsviðlíkahaldskontan bløðir, og játtanin til viðlíkahald av almennum bygningum bara lækkar, letur landið við hinari hondini stórar upphæddir av viðlíkahaldspeningi til privat leigumál.
Nevnast kann, at høvuðssætið og hjálpartólamiðstøðin hjá Almannaverkinum eru eisini leigað frá privatari fyritøku. Talan er í báðum førum um langtíðarleigu, har bygningar hjá privatari fyritøku kunnu enda við at verða útgoldnir við peningi hjá skattgjaldaranum.
Meðan skattgjaldarin hevur goldið fyri bygningarnar, er tað ein privat fyritøka, sum eigur teir, tá teir eru útgoldnir, sigur Djóni Nolsøe Joensen.