Fyrradagin bleiv játtanin til ein tunnil hækkað við 38 mió. kr. Men í dag segði landsstýrismaðurin, at tað er hart at finna eina ússaliga millión til at útbúgva fleiri námsfrøðingar. Piparnøtur, hevði onkur sagt. Og tað er tað í hesum førinum.
Og so skal Almannaverkið spara 5,2 milliónir krónur aftrat. Tað er hjartaleyst. Lagnurnar eru vanlukkuligar fyri menniskjuni av kjøti og blóði, sum tað rakar.
Heilsuhjálparafelagið hevur sagt, at tað kostar 9,2 milliónir krónur at geva teimum eina ordiliga løn. Aðrir fakbólkar á vælferðarøkinum mugu eisini lyftast í løn fyri, at tað skal gera mun.
Vit mugu bara staðfesta, at virðini verða ikki javnt býtt.
Er endamálið, at foreldur skulu av arbeiðsmarknaðinum? At fakið námsfrøði skal sorlast? At starvsfólkini á vælferðarøkinum skulu hokna undan?
Hvar er eykajáttanin til tey? Vit hava lagt fleiri uppskot fram, sum kunnu gera munin her og nú. Men tey fáa ikki meiriluta, tí tað verður sagt, at landsstýrið arbeiðir við málinum. Tað einasta, vit síggja, eru faldarar um, hvat kann gerast. Ikki uppskot, sum gera mun.
Í næstu viku er stilla vika og eingin tingfundur. Men hvør arbeiðir tá?
Tað gera tey, sum arbeiða dag og nátt við menniskjum. Tey skulu virðast meira enn asfalt og betong, um vit ikki skulu veittra farvæl til vælferðarsamfelagið.
Djóni Nolsøe Joensen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin