Nýtslan hjá okkum menniskjum er vaksandi. Vit framleiða nógv og eiga nógv. Urtagarðsamboð, køksamboð, størri amboð, útgerð til veitsluna, elektronisk útgerð og leikur til børnini. Ting, sum vit eiga, men sum flestu okkara ikki brúka dagliga í eitt langt tíðarskeið. Við øðrum orðum eiga vit nógv, sum vit brúka sjáldan.
Vaksandi framleiðslan av vørum av ivasamari góðsku, og sum í flestu førum eru framleiddar til at hava avmarkaða livitíð, er ikki haldgóð fyri klótuna. So hvørt sum tingini hópa seg upp í skápum og kjallarum, hópar útlátið seg upp í loftshválvinum. Tað eru heldur ikki allir borgarar, ið kunnu fylgja við í hesum keypiresinum. Vit skulu tí læna heldur enn at eiga, og leggja okkum eftir í størri mun at deila tey tingini, ið vit sjáldan brúka.
Á Býarbókasavninum í miðbýnum er eitt leikurúm, har til ber at leiga leikur. Soleiðis sleppur barnafamiljan undan at keypa lutir, ið barnið bara hevur gleði av í heilt stutta tíð í senn.
Eg vil arbeiða fyri, at vit fáa fleiri leigu- og lænistøðir í Tórshavnar kommunu. Tað skal vera ómakaleyst at leiga heldur enn eiga í Tórshavnar kommunu. Leigustøðirnar skulu fevna um alt frá elektronikki til amboð og klæðir.
Hevur tú trupult at fáa endarnar í gerandisdegnum at røkka saman, er hetta ein góð skipan. Tá møguleikin er at leiga, er ikki neyðugt at keypa tað nýggjasta og tað dýrasta. Tá ber til at leiga tað í tíðarskeiðinum, tú hevur brúk fyri tí.
Ein skipan við leigustøðum er ein umhvørvisvinarlig og samhaldsføst skipan fyri familjur og støk í Tórshavnar Kommunu.
Milia Egilsnes Anda, valevni fyri Javnaðarflokkin í Tórshavnar kommunu