Áðrenn koronafarsóttin herjaði landið, lógu ítøkiligar ætlanir á borðinum um at útbyggja bæði móttøkuhøll, flogvøll og hangar til flogfør, m.a. tí at mann væntaði støðugan vøkstur á ferðafólkatalinum árini frameftir eins og árini frammanundan. Hesar ætlanir sýnast fjarar, tá hugsað verður um, hvat er hent á flogvøllinum seinastu mánaðirnar undir koronafarsóttini við heilsukreppu sum yvirskrift.
Hópuppsagnir tykjast at vera loysnin. Hetta hóast vit vóru fleiri, sum ávaraðu um ikki at taka hetta stigið beinanvegin men hava tol. Tað hjálpti ikki, at landsstýrið bíðaði til ov seint var, heldur enn at veita almennu feløgunum peningaligan stuðul við tí treyt, at ongin varð uppsagdur fyribils. Ilt er at siga, hvat hendir, um hjálparpakki 1 verður strikaður 30. juni, sum ætlan landsstýrisins er.
Tað undrar fleiri, hví mann velur at siga so nógvum fólki úr starvi, vitandi um, at felagið skal gjalda løn í eitt hálvt ár í uppsagnartíðini. Um eitt hálvt ár er flogferðslan møguliga á sama støði, sum áðrenn koronafarsóttin herjaði. Hava hesi uppsøgdu starvsfólk, sum hava holla vitan innan økið, fingið tilsøgn um at halda fram í sama arbeiði, tá flúgvingin er í hæddini aftur? So sýnist ikki at vera.
Tað virkar sum um, at uppsagnirnar eru liður í at niðurlaga m.a. Vága Floghavn. Tað sýnist sum, at starvsfólkarættindi og vitan innan økið koma í aðru røð. Er ætlanin at seta onnur fólk í størvini, sum eru bíligari og grønari á økinum, fyri at spara felagnum pening? Eg vóni ikki, at hetta er fjalda ætlanin.
Vága Floghavn er einasti flogvøllur í Føroyum og má tí eisini vera hollur nútímans tilbúgvingardepil. Tilbúgvingin skal altíð vera fremst, og tí er tað ikki rætt at siga so nógvum fakfólki upp, og bara brúka koraonafarsóttina sum grundgeving. Tað gongur út yvir tilbúgvingina. Nú fáa vit at síggja, hvussu leikur fer, tá tíðirnar gerast betri, og virksemið veksur. Og um tað verða øðrvísi starvssetanir. Vónandi eru øll fakfelagsatlit í hásæti.
Flogvøllurin er størsta arbeiðsplássið í Vágum og hevur tí sera stóran týdning fyri Vágar og harvið eisini Føroyar. Ætlanirnar við at útbyggja flogvøllin eiga ikki at steðga. Brátt eru nýggjar tíðir, og tá eiga vit at vera klár við einum nýútbygdum flogvølli. Tí fólk fara brátt at flúgva aftur.
Mín áheitan skal vera, at tit seta uppsøgdu fólkini aftur í starv, so skjótt høvi býðst. Og at tit virða tað stóra íkast, tey góvu arbeiðsplássinum, tá pengarnir streymaðu inn, og yvirskotið hjá almennu partafeløgunum var nokk til at menna bæði Atlantsflog og Vága Floghavn.
Eg veit, at starvsfólkini, sum hava virkað á flogvøllinum, og sum framvegis virka og starvast á flogvøllinum í dag, eru sera dugnalig arbeiðsfólk. Tí vænti eg eisini at síggja øll hesi dugnaligu starvsfólk aftur, tá virksemið aftur er sum vanligt á flogvøllinum. Álit er lætt at bróta, men tað kann uppbyggjast aftur. Leiðslur og starvsfólk eiga at bera so í bandi, at starvsøkini á flogvøllinum aftur gerast til eitt av bestu arbeiðsplássum í landinum.
Jóhannis Joensen, Javnaðarflokkurin