Tíðindi10. februar 2020

Hvat ætlar tú við Bústøðum Elsebeth?

Landsstýriskvinnan við almannamálum skal nú greiða frá, hvørjar ætlanir hon hevur viðvíkjandi almennum bústøðum. Ingilín Didriksen Strøm fer mikudagin at seta ein munnligan fyrispurning, har hon vil hava landsstýriskvinnuna at melda greitt út.

Bústaðir skulu virka á vinniligum grundarlag. Soleiðis stendur í frágreiðingini, sum arbeiðsbólkurin undir Almannamálaráðnum, sum arbeiðir við at loysa bústaðartrotið í Føroyum, er komin fram til. Hetta frættist í tíðindunum fríggjadagin. Nú vil Ingilín Didriksen Strøm hava at vita, hvørjar ætlanir landsstýriskvinnan hevur viðvíkjandi almennum bústøðum. Tí fer hon mikudagin at seta Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur ein fyrispurning hesum viðvíkjandi. 

 

- Í øllum londunum rundan um okkum hevur tað almenna bygt bíligar leigubústaðir í fleiri áratíggju. Tað er ein týðandi partur av Norðurlendsku vælferðarsamfeløgunum. Felagið Bústaðir er okkara amboð til at tryggja øllum borgarum tak yvir høvdið. Eisini teimum, sum ikki hava møguleika fyri at keypa sær ein bústað, sigur Ingilín Didriksen Strøm.

 

Ingilín vísir á, at við stóra eftirspurninginum eftir arbeiðsmegi er prísurin fyri at byggja leigubústaðir í løtuni høgur. Um Bústaðir harafturat skal virka á vinnuligum grundarlag og við tí geva yvirskot, hevur hon trupult við at síggja fyri sær, hvussu roknistykkið skal hanga saman uttan at húsaleigan má upp. 

- Tað hevði verið ein dyggur smeitur hjá fólki, ið longu hava ilt við at fáa endarnar at røkka saman. Tørvurin á bústøðum er í løtuni alstórur, og tí er spurningurin, um tað ikki er bæði pláss fyri Bústøðum og privatu aktørunum á bústaðarmarknaðinum. Tí fari eg at seta landsstýriskvinnuni ein munnligan fyrispurning um hetta, sigur Ingilín Didriksen Strøm.