Tá eg verði liðug á Glasi um eitt ár missi eg mítt lestrarkamar undir Fjalli. Eg eri ikki einsamøll um hendan trupulleikan, tí øll onnur við mær, sum búgva í lestrarkamari ella lestraríbúð, koma at standa uttan bústað, tá tey eru liðug at lesa ella at læra.
Avleiðingarnar av hesum er, at tey, sum ætla sær undir aðra útbúgving, verða noydd at flyta til familju, flyta av landinum ella í eina kjallaraíbúð fyri okursprís.
Tórshavnar Kommuna hevur møguleika til at byggja lestraríbúðir. Tó síggja vit, at nógv lesandi standa uttan bústað, og hetta merkir, at Tórshavnar Kommuna ikki hevur brúkt sína heimild at byggja til fulnar.
Tað er ein trupulleiki, at Tórshavnar Kommuna ikki byggir lestraíbúðir. Kommunan vil vera ein lestrarbýur, men ein fyritreyt fyri hesum er, at tey lesandi hava ein bústað at búgva í. Í núverandi støðu byggja bæði privatir og almennir aktørar lestraríbúðir í okkara kommunu, men hetta nøktar ikki tann stóra tørvin, sum er.
Eg ynski, at Tórshavnar Kommuna skal fevna um tey lesandi.
Skal hetta eydnast, skulu vit hava betri umstøður at vera lesandi í. Tí skal Tórshavnar kommuna brúka sína heimild at byggja lestraríbúðir til fulnar. á hendan hátt kemur Tórshavnar kommuna at fevna betri um tey lesandi, og tey lesandi koma eisini at støðast í okkara kommunu.
Milia Egilsnes Anda, valevni fyri Javnaðarflokkin í Tórshavnar kommunu