15. desembur í fjør var grein á heimasíðuni hjá Norðurlandaráðnum viðvíkjandi Vision2030 hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum, har Kaj Leo Holm Johannesen úttalar seg um ætlanir í Føroyum um eina “grøna endurreisn” (grøn genrejsning) eftir COVID-19.
Ingilín D. Strøm fegnast um, at okkara samstarvsráðharri hevur ætlanir um eina grøna endurreisn, men heldur kortini tað vera løgið, at vit ikki hoyra meiri um hetta heima í Føroyum.
- Eg eri púra samd við landsstýrismanninum, at vit mugu endurbyggja samfelagið og búskapin á ein meir burðardyggan hátt eftir covid-19. Tó samsvarar tað ikki rættiliga við hvørki sosiala, fíggjarliga ella umhvørvispolitikkin hjá samgonguni ið vit hava sæð higartil, sigur Ingilín D. Strøm.
Hon hevur tí sett landsstýrismanninum ein fyrispurning, hvørjar ítøkiliga ætlanir hann hevur viðvíkjandi grønu endurreisnini. Sjálv hevur hon fleiri hugskot til, hvussu hetta kann gerast.
- Millum annað hevur ST gjørt eitt stórt arbeiði at vísa á, hvussu lond kunnu menna seg aftur á burðardyggan hátt eftir covid-19, eitt nú vit at flyta arbeiðspláss úr dálkandi vinnu til mennandi grøn størv. Eitt nú úr oljuvinnuni til varandi orku framleiðsluvinnuni, úr størvum ið niðurpína náttúrutilfeingi til størv ið uppbyggja náttúrutilfeingi, greiðir Ingilín D. Strøm frá.
- Ynskir landsstýrismaður tvørgangandi samstarv um grønu endurreisnina, so standa eg og Javnaðarflokkurin í øllum førum klár at koma við ískoytum, staðfestir Ingilín D. Strøm.
Fyrispurningurin kann lesast her: https://www.logting.fo/mal/mal/?id=9651
Leinkja til greinina á Norden.org: https://www.norden.org/da/news/vejen-mod-et-groennere-norden-er-udstukket