Henrik Old
Lesarabræv21. februar 2020
Henrik Old

Hvalbiartunnilin – einki varð gloymt

Tað kann kanska tykjast so, at man av ósketni ikki hevur tikið alla vegagerð við, tá farið varð undir fyrireiking til nýggjan Hvalbiartunnil. Men tað síðsta strekkið i Trongisvági varð ikki gloymt. Tað var so, at tá eg tók við sum landsstýrismaður, var nakað av tí fyrsta, vit fóru í holt við, at fyrireika nýggjan tunnil til Hvalbiar. Tá lá ein linjuføring á borðinum, sum ongin vildi hoyra um.

So tað fyrsta, vit gjørdu, var at fara til Hvalbiar at tosa við kommunustýrið fyri at finna eina loysn, sum kommunustýrið kundi góðtaka. Og aftaná at hava fundast við báði fyrrverandi og núverandi bygdaráð, kom mann til ta semjuna, sum nú er endaliga loysnin. Bygdaráðið í Hvalba legði allarstørstan dent á, at tunnilsmunnurin Trongisvágsmegin fór munandi longur út. Loysnin bleiv tí millum annað, at tunnilin bleiv góðan hálvan kilometur longri og at tunnilsmunnin fór munandi longur úti í Trongisvág enn upprunaliga uppskotið. Tað var av týdningi, at tað var semja um, hvussu uppskotið skuldi síggja út. Og tað má sigast, at serliga í samskiftinum við tað fyrra bygdaráðið, við Trygva Gudmundarsyni sum borgarstjóra, og núverandi bygdaráð, við Janusi Thomsen sum borgarstjóra, merktist væl, at tað var ein vilji til at fáa hetta uppá pláss sum skjótast, so mann kundi fara í Løgtingið við uppskotinum.

Endaliga uppskotið í Løgtinginum var ein verklagslóg við eini játtan uppá 272 milliónir. Tá ið tilboðini komu inn vísti lægsta tilboðið seg at vera uppá 236 milliónir, men tá skal sigast, at afturat tí vóru brúktar á leið 7 mió. til ymiskar fyrireikingar. Orsøkin til, at tað hastaði at fáa uppskotið í tingið, var, at tað var stórt press á, so at siga hvønn einasta dag, um at byrja tunnilsgerð aðrastaðni í landinum. Og í samgonguni var semja um, at tað skuldi bara eitt stórt tunnilsprojekt gerast í senn.

Um somu tíð, sum Løgtingið viðgjørdi verklagslógina um nýggjan Hvalbiartunnil, var eisini uppskot í løgtinginum frá andstøðuflokkunum í táverandi løgtingi, um at byrja tunlarnar norður um Fjall við at lata Partafelagið Norðoyatunnilin standa fyri tí. Og atkvøðugreiðslan tann 21. apríl í 2018 um tunlarnar Norður um Fjall vísti eisini, at tað var sera tepurt. Tí tað vóru 14 stemmur fyri og 15 ímóti at byrja norður um Fjall. Og av tí at samgongan hevði ein tepran meiriluta, so var eg greiður yvir, at tað skuldi bara ein atkvøða til at koppa projektinum við Hvalbiartunlinum. Tí sum sagt, so var semja um, at bara eitt stórt tunnilsprojekt skuldi gerast í senn. Og við tí í huga, at tað eru 10 ár síðan, at Løgtingið samtykti at fara undir tunlarnar norður um Fjall, uttan at nakað er hent enn, so var ikki tíð til at fara í holt við nakað, sum tók tíð, men sum hevði minni týdning í mun til eina játtan uppá 272 milliónir. Síðsta strekkið í Trongisvági eru rættiliga nógvir eigarar, sum liggja tætt upp móti vegnum. Serliga á niðaru síðu, áðrenn mann kemur til húsabyggingina, sjálvt um tann kilometurin eisini er landsvegur.

Men tað gleðiliga er so tað, at tað gongur stak væl og skjótt at bora Hvalbiartunnilin, og eg havi skilt á teimum hjá Landsverki, sum hava staðið fyri hesum projektinum, at tað er rættast at breiðka hatta síðsta pettið niðaneftir. Og mann hevur snakkað um, at tað kann gerast fyri eitt stað ímillum 5 og 10 milliónir.

So tá hugsað verður um, at tað var rættiliga fitt av muni á teimum játtaðu 272 mió. og so tað, sum sannlíkt verður brúkt til tunnilin, so ber tað til at gera hetta í nærmastu framtíð uttan at skakla sjálvt tunnilsprojektið. Onkrir aðrir snøklar eru kanska Hvalbiarmegin eisini, sum kundu verið tiknir við. Men sum sagt, eg helt tað ikki vera ráðiligt at brúka ein dag meira enn tað, sum brúkt varð, til at finna eina semju, og tí kom ikki alt við. Men trods alt er hetta smáttaríir í mun til tað stóra projektið.

 

Henrik Old