Hjartaliga takki eg øllum tykkum 5.777, sum á kommunuvalinum greiddu atkvøðu fyri Javnaðarflokkinum – ikki minst tykkum 2.284, ið atkvøddu fyri mær persónliga.
Eisini vil eg ynskja øllum hinum – nývald eins væl og afturvald – hjartaliga tillukku. Vit fara við góðum treysti og áræði undir næstu fýra árini í góðum samstarvi við Sambandsflokkin, og mál okkara er – enn sum áður – at gera alt tað besta fyri Havnina og Tórshavnar kommunu.
Ein serlig tøkk til øll valevnini fyri eldhuga og ágrýtni at bera okkara boðskap út millum fólk dagarnar undan valinum.
Heðin Mortensen